- Tað er ikki rætt, tá formaðurin í Tænastumannafelagnum upplýsir, at felagið nú hevur fingið samráðingarrætting fyri prestarnar, sigur Jákup Reinert Hansen, formaður í Prestafelagnum
Tann 19. februar var Prestafelagið á fundi við Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, um trætuna um samráðingarrættin hjá prestunum.
- Tá samdust vit um, at Jóannes Eidesgaard skuldi úttala seg í málinum, men hóast miðlarnir sýndu stóran áhuga fyri fundin, so hevur eingin miðil gjørt nakað við málið síðani, sigur Jákup Reinert Hansen við Portalin.
Formaðurin í Prestafelagnum sigur, at semja varð á fundinum um, at Prestafelagið skuldi samráðast saman við Tænastumannafelagnum. Hann sigur, at landsstýrismaðurin bæði skilti og fataði sjónarmiðini hjá prestunum.
- Hetta varð ein loysn, sum tænti báðum pørtum: Lønardeidlin hjá Fíggjarmálaráðnum fær ikki fleiri samráðingarparta, og vit varðveita okkara góða gamla Prestafelag, sum vit hava nógv gagn av, og har nógv faklig viðurskifti verða viðgjørt eisini í framtíðini, sigur Jákup Reinert Hansen, sum leggur dent á, at talan ikki er um, at Tænastumannafelagið yvirtekur samráðingarrættin frá Prestafelagnum.