Sambært løgregluni í Kanada vórðu 44 ára gamli tónasmiðurin, Julien Gauthier, ein fotografur og ein lívfrøðingur, álopin av einari grábjørn, meðan tey lógu og svóvu í villu náttúruni.
Bjørnin greip um nakkan á Julien Gauthier og dró hann út úr leguni. Seinni varð maðurin funnin deyður í skógini nakað burtur frá leguni. Fotografurin og lívfrøðingurin, Camille Toscani, fingu ongan skaða.
Julien Gauthier starvaðist sum tónasmiður hjá Orchestre de Bretagne Rennes í Fraklandi, og hann fekk íblástur til sín tónleik úr ljóðum í náttúruni.
##med2##
Tað var hin 1. august, at hann vildi liva dreymin í kanadisku villmørkini, og tað var eisini hetta umhvørvi, sum gjørdist hansara bani, tá grábjørnin tók hann og gjørdi av við hann.
Orchestre de Bretagne skrivar á sínari Facebook-síðu, at Julien Gauthier var trúfastur móti sínum forvitni, og málið hjá honum var at geva fólki tónleik við íblástri úr náttúrunar vakurleika.
Lagt verður aftrat, at í fjør spældi Orchestre de Bretagne verkið hjá Julien Gauthier - "Southern Symphony" - við íblástri úr Antarktis.