Absalon og Charlotte hava staðið í læru 3 ár og 4 mánaðir. Skúlagondin hevur verið í tilsamans 40 vikur á Aalborg Tekniske Skole.
Lærumeistarin hjá teimum, Rósa Maria R. Brodersen, sigur, at tað eru so fá, sum eru í læru sum tænarar í Føroyum, tí er tað við stórari æru at tey bjóða tveimum nýggjum tænarum út í matstovuyrkið. Vit á Hotel Hafnia ynskja Charlotte og Absalon hjartaliga tillukku við útbúgvingini.
Absalon hevur fingið starv á matstovuni Gourmet, og Charlotte heldur fram á Restaurant Hafnia sum sveinur.