Tónar í Skansastovu

Hósdagin var hugnaløta í Skansastovu, har evnaveik framførdu tónleik, ið tey hava vant ígjøgnum árið

Skúlaárið er um at fara framvið og hósdagin skipaði tey, ið standa fyri tónleikaundirvísing fyri evnaveikum, fyri hugnaløtu í Skansastovu.

At skipa fyri tónleikaundirvísing fyri evnaveikum er ikki gamal táttur í Føroyum, men nú eru lunnar lagdir undir slíka undirvísing, ið fer fram í Skansastovu í Havn. Fyri tíð síðani vitjaði norskur tónleikahópur í Føroyum, ið var settur saman av evnaveikum. Óivað hevur milum annað henda vitjan givið íblástur, so undirvísing í tónleiki fyri evnaveikum hevur ment seg í Føroyum. Til gleði fyri mong og til trivna og spæligleði millum luttakararnar

Í Skansastovu var høvi at síggja og hoyra, hvat arbeitt hevur verið við og at hugna sær afturvið úrslitinum av venjingini í ár. Bæði lurtarar og leikarar tyktust at hugna sær hesa løtuna.

Millum teirra, ið taka sær av undirvísingini, eru Annika Højgaard og Brandur Øssursson.