Í kvøld klokkan hálvgum níggju spæla tveir ungir mans í einum gomlum kongaligum einahandli. Birgir Johannesen og Noel Joensen, báðir úr Klaksvík, hava spælt saman í eitt ár og hava longu fingið fleiri fjepparar. Birgir syngur og Noel spælir gittar.
Í kvøld fáa teir kanska nakrar aftrat, tá teir fara at spæla í Leikalund í Klaksvík. Sum skilst verður tað bæði við føroyskum og útlendskum tilfari, unga duettin fer at borðreiða við á tónleikakafeini í Leikalund í kvøld.