Tónamynd um Mikkjal á Ryggi

Í samband við at Mikkjal á Ryggi fylti 130 ár í oktober í fjørð fer Musikkskúlin í Vágum saman við Tjóðpallinum at framføra tónamyndina ?Vatnið vinnur harðar hellur?. Ein sjónleikari og 16 tónleikarar koma saman um eina mynd av skaldinum Mikkjali á Ryggi. Súsanna Joensen og Hans Tórgarð hava skrivað leikritið, og Ólavur Jøkladal hevur útsett tónleikin, sum verður framførdur av næmingum á Musikkskúlanum í Vágum. Tað mesta av tónleikinum er nýggjar útsetingar av teimum kendu sangunum og sálmunum hjá Mikkjali, men eisini verða tvey nýggj verk frumframførd, sum Ólavur Jøkladal hevur gjørt til yrkingar hjá Mikkjali: ?Steinstólpan?, og ?Hýsisá.?

Leikmyndin tekur støði í lívinum hjá einum listamanni, á bygd í Føroyum fyrst í farnu øld; hvussu umstøðurnar vóru hjá einum yrkjara, tá alt tað dagliga arbeiðið eisini skuldi gerast, og har tað ?at yrkja um at arbeiða i staðin fyri at arbeiða? var hildið hánt um. Kortini hevur Mikkjal á Ryggi verið eitt av virknastu skøldum okkara. Eingin hevur sum hann lýst føroyskt arbeiðslív: grindadráp, hoygging, fjallgongu og útróður.

Hans Tórgarð hevur leiklutin sum Mikkjal, og 16 tónleikarar og sangarar framføra tónleikin í samspæli við leikaran.

Framførðslunar verða í Beitishúsinum í Miðvági, barndómsheimi Mikkjals, og frumsýning er sunnudagin 16. Mai. kl 19.00.