Túnadansur í Hovi

Í kvøld verður túnadansur í Hovi, og tað verða Jens Marni Hansen, Kim Hansen og Pauli Magnussen, sum fara at taka sær av tónleikinum.

 

Tað er ikki á hvørjum sinni, at túnadansur er í Hovi, men í kvøld verður so, og hetta verður við so frægum tónleikarum sum Jens Marna Hansen, Kim Hansen og Paula Magnussen.

 

Úr Hovi siga tey, at dansurin byrjar klokkan 23, og skuldi okkurt ælið havt hug at órógvað, verður hetta eingin trupulleiki kortini, tí dansurin verður nevniliga undir stórtjaldi, sum tey siga har suðuri.

 

Í Hovi verður eisini møguleiki at keypa pylsur, toast, kaffi og sodavatn. Tað er Savnið á Mýri, ið skipar fyri túnadansinum.