Tónabond yvir hav

Soleiðis nevnist verkætlan hjá Sharon Weiss, har tóna- og vinabond verða knýtt millum ungar føroyskar og hetlendskar tónleikarar. Og endamálið er at vekja áhuga fyri fólkatónleiki, sum livir væl í Hetlandi, men sum fá ung spæla í Føroyum. Men í Hetlandi er fólkatónleikur cool og tað halda spírandi føroysku fólkatónleikararnir eisini

 
Fólkatónleikurin hevur tað ikki betri enn næstbest í Føroyum, meðan hann hinvegin blómar í Hetlandi, eisini millum blaðungar tónleikarar. Fólkatónleikurin er cool í Hetlandi og er at meta ájavnt við rocktónleik millum ung.
                      Í hesi ásannan fór Sharon Weiss, fólkatónleikari, í holt við eina verkætlan, sum hon nevnir Tónabond yvir hav. Endamálið er at styrkja bond millum ungar fólkatónleikarar úr Hetlandi og Føroyum, at menna ungu tónleikararnar, at menna áhugan fyri fólkatónleiki úr Føroyum og Hetlandi og at bera fram mentan úr Føroyum og Hetlandi.
                      Endamálið var greitt at stovna ein ungan fólkatónleikarabólk við leikarum úr Føroyum og Hetlandi, sum venja sama tilfar, ið hevur uppruna úr Hetlandi, Føroyum og Norðurlondum annars.
 
Cool
Og í hesum døgum vitja so ungu fólkatónleikararnir úr Hetlandi sínar viðspælarar í Føroyum. Tey hava sent nótar og fløgur sínamillum, og lærararnir, Sharon Weiss í Føroyum og Bernadette Porter í Hetlandi, hava so staðið fyri at vant við teimum. Millum tilfarið er siðbundið hetlendskt tilfar, tilfar eftir Svabo og Ívar Bærentsen.
                      Stuttligt er, at bæði føroysku og hetlendsku tannáringarnir hava ymsa bakgrund tónleikaliga. Føroyingarnir hava rót innan punk og rock og klassiskan tónleik, musikkskúlan, meðan nakað tað sama er galdandi fyri tey vitjandi úr Hetlandi, hóast tey hava fólkatónleikin nærri í gerandisdegnum, tí hann har er livandi og partur av gerandislívinum.
                      Upprunaliga skuldu føroysku leikararnir til Hetlands í vár, men t.d. broyttar ferðaætlanir forðaðu hesum, men nú vitja so hetlendingar í Føroyum. Øll hava tey so vant saman hesar dagarnar og tað gongur væl. Øll fegnast tey um samstarvið, vinabondini og møguleikan at spæla og vitja at hvør annan.
                      Og føroysku tannárinagrnir fegnast eisini um møguleikan at spæla fólkatónleik, og tey smæðast ikki við at viðganga, at eins og tað er cool at spæla fólkatónleik í Hetlandi, so halda tey eisini, at hetta er sera stuttligt og cool.
                     
Spírar
Í Hetlandi er ein rúgva av blaðungum fólkatónleikarum, meðan tað ikki stendur so væl til í Føroyum.
Sharon Weiss sigur, at t.d. nýtir hon bert livandi tónleik til dansiundirvísing. Men sum heild eru tað tilkomin og bert nøkur fá , ið spæla fólkatónleik, um enn tað eru nøkur einstøk ung við í t..d. Spælimonnunum.
                      Við hesum tiltakinum, Tónabond yvir hav , vónar hon, at áhugi er kveiktur millum ung fyri fólkatónleki. Og sambært teim ungu føroysku tannáringunum, so er als ikki ógjørligt, at hetta er nakað, ið heldur fram.
Úrslitið av venjingunum sístu dagarnar hevur verið at hoyrt, t.d. í Miðlahúsinum í Vágsbotni, men mikukvøldið spæla ungu fólkatónleikararnir á Loungini á Hafnia, hósdagin úti í Fugloy, sum partur av Fólkatónleikastevnuni, um vikuskiftið eru  tey á palli á G! Festivalinum og sunnudagin spæla tey í Norðurlandahúsinum.