Tæna kundanum best

TíÐindarskriv frá Rasmus Magnussen El & Tele

 

Fyrsta fyritøka innan teletøkni, ið hevur tikið kappingina upp á økinum við telefon-vekslarum, og sum heildarveitari á el ? edv ? & telekervisloysnum.

Líka síðan Rasmus Magnussen og Eyðun Egholm slóu træðrirnar saman, og El & Tele sá dagsins ljós, hava teir lagt seg eftir at vera tann førandi tænastuveitarin innan el-edv-og telekervi.

Tað er ein sannroynd, at teknologiska menningin gongur so skjótt, at ilt er hjá vanligum fólki at fylgja við. Bert at vita hvat fyritøkan ella einstaklingurin hevur tørv á ella hvat hardware, soft-ware, instalatión, net, linjur o.s.fr. kann vera ein frumskógur at fara ígjøgnum. Og úrslitið er so at siga tað altíð tað sama. Ein hópur av veitarum, sum skylda upp á hvønn annan og eingin kann veruliga hjálpa, tá ið á stendur.

Hesum hevur El & Tele sett sær fyri at sleppa sínum kundum undan. Hjá El & Tele fært tú alt á einum stað, og tú hevur bert ein veitara at venda sær til, um trupulleikar skuldi stungið seg upp. Á hendan hátt kann kundin eisini fáa eina holla, og góða ráðgeving. Á tann hátt verður tú tryggjaður, at ikki óneyðugar íløgur verða gjørdar ella óneyðug orka verður nýtt.

Eitt av lyklaorðunum hjá El & Tele er professonalisma. Hetta merkir fyri starvsfólkini, útbúgving og áhaldandi víðari útbúgving og jøvn dagføring við luttøku á skeiðum, seminarum og messum.

Á tekniska økinum merkir professionalisma góðska. Góðska á tilfari og góðska á arbeiðnum, sum gjørt verður og efturlit við bestu útger, sum finst á marknaðinum.

Í einum setningi kann sigast, at El & Tele saman við kundanum ger loysnir, sum tæna kundanum best.

At El & Tele eru við í fremstu røð sæst eisini við at teir, sum Ascom-umboð í Føroyum, hava veitt tað fyrstu IP-telefoniloysnina frá Ascom Nordic.

IP-telefoni tøknin ger tað møguligt at samskifta á sama hátt, sum teldur gerða. Ìðstaðin fyri at senda data pakkar í millum teldur verða datapakkar við talu sendar millum telefon-irnar*

Tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan flutti í leigaði hølir í Tórshavn, var tørvur á samskifti stovnana millum. El & Tele gjørdi teimum eina loysn, við einum vekslara á hvørjum stað, sum samskifti um eitt tráðleyst samband við IP-tøkni, tískil eru allar samrøður teirra millum ókeypis. Vanligur data-flutningur fer eisini um tráðleysa sambandi. Eitt annað sum ger loysnina sermerkta er, at bert tráðleysar telefonir verða brúktar. Tær kunnu sjálvandi brúkast á báðum støðum, um tørvur er fyri tí.

Hendan loysnin hevur vakt ans hjá heimskenda blaðnum PC World, og vilja teir skriva eina grein um loysnina, í einum av komandi útgávum.