Tín møguleiki at ynskja Páli góða eydnu

Í morgin skal Pál Joensen í hylin til byrjanina upp á sína størstu avbjóðing nakrantíð. Her hevur tú møguleikan at ynskja honum góða eydnu. Útvaldar heilsanir verða prentaðar í Sosialinum í morgin.

 

Nakað fyri døguratíð í morgin skal Pál Joensen í hylin til innleiðandi svimjingina í 1.500 metra frí. Pál er í riðli fýra. Riðil eitt byrjar klokkan 10.24. Síðani skulu tríggir riðlar avgreiðast áðrenn riðil fýra við Pál Joensen skal í hylin. Hvør riðil tekur um eitt korter av beinleiðis svimjitíð. Síðani skal tíðin tað tekur at skifta eisini teljast við.

 

Sosialurin fer í morgin at hava eina grein, sum eitur “Góða eydnu, Pál”. Her er meiningin at fleiri av heilsanum, sum tit viðmerkja undir greinini, verða við.

 

Mynd: Jón Bjarnason