?Tín bygdahandil? í Søldarfirði

Granskingarverkætlanin ?Retail in rural regions?, sum á føroyskum verður rópt ?Tín bygdahandil?, skipar í dag fyri evnisdegi á Føroya Handilsskúla í Søldarfirði. Endamálið við verkætlanini er at stuðla undir, at bygdahandilin kann gerast meiri fjølbroyttur og lønandi.

- Bygdahandilin eisini sera týðandi fyri trivnaðin á smáplássum kring landið, tí handilin veitir ikki bara vørur, men er eisini eitt stað, har fólk hittast.

Tað sigur Granskingardepilin fyri samfelagsmenning í tíðindaskrivi í morgun.

Verkætlanin - ?Tín bygdahandil? - skal hjálpa einstøku handlunum og kommununum at finna fram til best hóskandi tænastur og at gera handilin til eitt samkomustað fyri bygdina.

- Verkætlanin fevnir um netverk, undirvísing, frálæru og ráðgeving. Fyrsta stig er, at øll, ið hava handil á bygd ella kundu hugsa sær at latið handil upp, hittast til ein evnisdag við heitinum: ?Tín bygdahandil kann geva tær nýggjar møguleikar?.

Granskingardepilin fyri samfelagsmenning vísir á, at í dag er so evnisdagur á Føroya Handilsskúla í Søldarfirði. Av teimum umleið 30 bygdahandlunum í landinum, hava 8 boðað frá luttøku, og er Olga Biskopstø, verkætlanarleiðari, væl nøgd við undirtøkuna.

Faldari um evnisdagin kann takast niður á www.socdev.fo (undir tíðindi).

Verkætlanin ?Retail in rural regions? (Tín bygdahandil) er stuðlað av Northern Periphery Programme og NORA, og verður framd í samstarvi millum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, granskarar og granskingarstovnar úr Finnlandi, Íslandi, Írlandi, Norður Írlandi og Skotlandi.

Luttakarar eru eisini úr Noreg, Svøríki og Grønlandi.

Tað er Olga Biskopstø, granskari, sum er verkætlanarleiðari av føroyska partinum.