Tóra við Keldu
Eg vil við hesum gera vart við, at eg stilli upp til umboðsráðið hjá P/F Tryggingarfelagið Føroyar.
Um tú hevur trygging tína í P/F Tryggingarfelagið Føroyar, ert tú eisini limur við atkvøðurætti. Eg fari at heita á teg at geva mær atkvøðu tína á valinum í februar 2010.
Limirnir í felagnum velja 23 umboðsfólk, av og millum limirnar í felagnum, at taka avgerð limanna vegna á aðalfundi, sum síðani eisini velur nevnd felagsins.
Brúkarin skal til eina og hvørja tíð kenna, at hann er ein týðandi partur av einari virknari tryggingar- og íløgufyritøku. Tað fari eg sum umboðsráðslimur at leggja dent á í framtíðini.
Umframt hetta, so er vitandi, at ætlanir leingi hava verið um nýbygning í Klaksvík. Ein bygning til umsiting, goymslu og íbúð til endurhýsing. Ein fyritøka, sum liggur í einum øki, hiðani stórur partur av samlaðu tryggingarpengunum koma, bæði vinnuliga og privat, eigur at gera eina sjónliga íløgu, sum gagnar brúkaranum. Grundøkið í miðbýnum liggur klárt, tó er hol enn ikki sett á verkætlanina.
Bið um atkvøðuseðil hjá P/F Tryggingarfelagið Føroyar ella send mær navn, bústað og føðingardag tín, so skal eg útvega tær atkvøðuseðilin.
Við vón um tína atkvøðu til umboðsráðið.