Vindmyllur
Allar tríggjar vindmyllurnar, sum SEV hevur keypt frá Vestas, standa nú uppi í Neshaga.
Tann fyrsta er longu sett inn á netið, onnur var væntandi á netinum í gjár ? og tann triðja og seinasta verður ætlandi á netinum hjá SEV í dag.
Henning Jacobsen, verkfrøðingur hjá SEV, sigur, at myllurnar eru keyptar við uppseting, og soleiðis er tað Vestas, sum hevur staðið fyri hesum arbeiði.
- Teir hava brúkt ein krana hjá Tórshavnar Skipasmiðju til uppsetingararbeiði, og haraftrat er ein stórur krani komin til landið til uppseting av seinasta og ovasta partinum av myllunum.
70 metrar høgar
Í mun til gomlu mylluna hjá SEV í Neshaga, eru tær nýggju nógv størri og hægri.
Henning sigur, at hæddin frá grúsinum og upp á ovast enda er 47 metrar, men verður hæddin máld upp á ovasta enda á propelluni, tá ið hon stendur hægst, er talan um tilsamans 70 metrar úr grúsinum og upp.
Nýggju myllurnar hjá SEV eru 660 kW hvør, ið svarar til eina maskinu, sum eru einar 900 hk.
- Soleiðis eru hesar tríggjar myllurnar sløk 2000 kW tilsamans, sum svarar til eina maskinorku, ið er 2700 hk., sigur Henning.
Hann vísir á, at roknað yvir húsarhald, kunnu hesar myllurnar framleiða orku til umleið 1300 húsarhald, sum svarar til øll húskini við eystara armin á Skálafjørðinum.
- Men tá eru virkini í økinum ikki tald við, leggur Henning aftrat.
SEV eigur vegin
Samlaða vindmylluprojektið hjá SEV í hesum umfari kostar einar 18 miljónir krónur.
Umframt keypið av sjálvum myllunum, sum liggur um 12 miljónir krónur við uppseting, hevur elfelagið brúkt umleið 6 miljónir krónur til vegagerð, fundamentir, kaðlar, transformatorar og annað.
Atli Poulsen á Toftum, sum eigur felagið, Bilar-og Maskinur, hevur staðið fyri útgrevstri, vegagerð og stoyping av fundamentum, og sum skilst hevur hann havt onkran undirveitara.
Tað er SEV, ið eigur og hevur borið kostnaðin av øllum projektinum og harvið eisini vegnum, sum er bygdur út ígjøgnum Neshaga, har myllurnar eru settar upp. Vegurin gongur so langt suður, at bert einir tveir kilometrar vanta í, til komið er suður á Nesvatn.
Tað er eingin loyna, at vegurin út ígjøgnum vøkru náttúruna í Neshaga saman við høgu og forvitnisligu vindmyllunum, sum stillisliga dunað í oyruni, er vorðin eitt ávíst ferðamál.
Fitt av fólki hava koyrt suðureftir nýggja vegnum, hagar stutt er til vakrastu náttúru og ríkt fuglalív.
Vegurin steingjast
Henning sigur, at avtalan við bøndurnar er, at portur skal setast við byrjanina av nýggja vegnum, soleiðis at almenningurin ikki sleppur úteftir vegnum og suður á myllurnar.
- Hetta hevur verið skipanin, síðan SEV setti fyrstu mylluna upp í Neshaga, og hetta er nakað, sum bøndurnir hava ynskt, leggur hann aftrat.
Hann vísit annars á, at tað ikki er vandamikið at ferðast, har myllurnar standa.
- Allar instalatiónir eru grivnar niður, eins og gjørt er millum húsanna. So, her er eingin vandi á ferð, um fólk, nú vegurin enn er opin, leita sær ein túr út í Neshaga at forvitnast, áðrenn portur verður sett fyri innkoyringina.
Henning sigur, at tað helst verður soleiðis, at SEV og bøndurnir, sum varða av haganum, koma at hava lykil til portrið.
- Einki er at ivast í, at røktingarmenninir ávísar tíðir av árinum ? og ikki minst, tá ið seyðurin lembir ella verður fóðraður - hava tað lættari, nú koyrast kann suður ígjøgnum Neshaga, sigur hann.
Beint á netið
Verkfrøðingurin sigur, ongar serligar fyrireikingar ella íløgur eru í samband við, at myllurnar koma inn á netið hjá SEV.
- Myllurnar verða bara bundnar inn á netið, og síðan verður streymurin reguleraður so hvørt úr Vestmanna. Henda skipanin er rímiliga sjálvvirkandi. Tað er soleiðis, at SEV til eina og hvørja tíð framleiðir ta nøgd av streymi, sum brúkt verður. Verður minni brúkt, verður minni framleitt ? og øvut, sigur hann.
Hann vísir á, at tá ið streymurin frá myllunum kemur inn á netið, merkir tað, at motorarnir á Sundi koyra við heldur minni ferð og harvið brenna minni olju.
- Hetta er sum við einum speedara á einum motori, sigur Henning Jacobsen, verkfrøðingur, at enda.