John Johannessen
Einans 20 av teimum 32 tinglimunum vóru til 59. tingfundin hesa tingsetuna, ið varð hildin hósdagin. Illveður var, og helst eru fleiri av tingfólkunum ikki sloppin til Havnar á tingfund í vánaligu líkindunum.
Til tingfundin vantaðu harafturat Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, og ríkisumboðskvinnan, Vibekke Larsen.
Tinglimirnir, ið ikki vóru á fundi, vóru Eyðun Viderø, Jógvan á Lakjuni, Rúna Sivertsen, Ingi Olsen, Jógvan við Keldu, Hans Pauli Strøm, Dan R. Petersen, Jóannes Eidesgaard, Alfred Olsen, Marjus Dam, Sámal Petur í Grund og Hergeir Nielsen.
Tingfundurin varð kortini hildin, sum vanligt, hóast trý mál vórðu tikin av dagsskránni.









