Tómur stólur fekk heiðurslønina

Kinverski Liu Xiaobo var ikki hjástaddur, tá norska Nobel-nevndin handaði ársins friðarheiðursløn seinnapartin. Hann situr í fongsli, og kinversku myndugleikarnir sýttu fyri at lata hann ella nakran av hansara næstu fara til Noregs at taka ímóti heiðurslønini.

Stólurin, sum vinnarin skuldi sita í, stóð tómur, til formaðurin í Nobel-nevndini, Thorbjørn Jagland, legði heiðurslønarskjalið og heiðursmerkið á stólin.

Í røðu síni segði Thorbjørn Jagland, at Liu Xiaobo hevur ikki gjørt nakað skeivt, og at hann eigur at sleppa úr fongslinum. Formaðurin segði, at Xiaobo minnir um Nelson Mandela, sum fekk friðarheiðurslønina í 1993.

Kina var heldur ikki umboðað á ráðhúsinum í Oslo í dag, og fleiri onnur lond høvdu eisini sent Nobel-nevndini avboð. Uttan fyri ráðhúsið mótmæltu umleið 60 kinesarar, at Xiaobo fær ársins friðarheiðursløn, men kinesararnir, sum vóru inni í ráðhúsinum, fagnaðu avgerðini hjá norsku Nobel-nevndini.