Hóast Eyðun Andreassen ikki trýr uppá nakað serligt í samband við fríggjadag 13. So hevur hann upplivað nakað heilt serligt í samband við dagin. Hann og konan skuldu flúgva til Føroyar tann 13. januar, sum var fríggjadagur tað árið.
- Tey høvdu fingið tað til, at tað var fríggjadagur 13. í 13. mánaði, so flogvøllurin var næstan tómur. Vit vóru í veruleikanum tey einastu, sum flugu til Føroyar hendan dagin, fortelur Eyðun Andreassen, sum á ongan hátt trýr hesi pátrúgv.