Tómur bjargingarbátur funnin

- Vit funnu bjargingarbátin fyri tveimum tímum síðan, segði Paul Watson, tá hann setti seg í samband við norska Dagblaðið fyrr í kvøld. Paul Watson sigur, at skipið hjá honum Steve Irwin hevur funnið ein bjargingarbát til seks persónar, sum norski seglbáturin, Berserk, helst hevur havt umborð. Hann leggur tó aftrat, at tað er einki, sum bendir á, at nakar hevur verið í bjargingarbátinum.

Tað var týsmorgunin klokkan 05.22, at høvuðsbjargingarstøðin Norður-Noreg hoyrdi neyðsignal frá norska seglbátinum, men síðan tá hevur eingin hoyrt aftur frá bátinum.

Við Beserk eru tríggir mans. Tveir, sum eisini vóru við, vóru farin í land umleið eitt samdøgur fyri, at báturin sendi út neyðsignalið. Hesir báðir hava nú latið hoyra frá sær, at teir eru á lívi og hava tað gott.

Fleiri skip hava leitað á leiðini í Suðuríshavinum, har seglbáturin er saknaður.

- Vit funnu bjargingarbátin fyri tveimum tímum síðan, segði Paul Watson, tá hann setti seg í samband við norska Dagblaðið fyrr í kvøld.

Watson roknar við, at bjargingarbáturin er rivin leysur ella er útloystur, tá Beserk vænandi er sokkin.

Bjargingarbáturin, sum eftir øllum at døma er komin av Beserk, varð funnin 72 kilometrar frá knattastøðuni, har seglbáturin sendi út neyðsignal.

Tað var illveður á leiðini í Suðuríshavinum, tá umheimurin misti sambandið við norska seglbátin.

Manningin við Beserk var Robert Skaanes (34), Tom Gisle Bellika (36) og Leonard J. Banks (32).