Tómu kirkjurnar skulu brúkast

Noreg: Fleiri kirkjur í Oslo hava ov nógv tóm sitipláss undir gudstænastunum. Men nú ætlar kirkjuverjin, Valgerd Svarstad Haugland at brúka kirkjurnar til onnur endamál.

Í miðbýnum í norska høvuðsstaðnum eru íalt 1943 sitipláss í 14 meinigheitum, men ein vanligan sunnudag eru bert 300 teirra upptikin.

- Eg trúgvi at mong høvdu fingið eina betri uppliving av gudstænastuni, um kirkjurnar vóru fullar av fólki, sigur Valgerd við norsku Dagsavisen. Arbeitt verður í løtuni við at greina út nýtsluna av Oslo-kirkjunum.

Verkætlanin varir fram til 2010, og úrslitið kann føra við sær, at sóknir verða broyttar og til at uppgávur og virksemið verður skipaðar á annan hátt.

Ætlanin er í øllum førum, at tær tómu kirkjurnar ikki skulu verða verandi tómar.