Kanning
?Thorvald Stoltenberg varð trýstur av donsku stjórnini og Føroya Javnaðarflokki at taka seg aftur, sigur Torbjørn Jacobsen. Stjórnin hevur als ikki verið uppi í hasum yvirhøvur, sigur uttanríkismálaráðið. Tvætl, sigur Jóannes Eidesgaard.
Bæði danska uttanríkismálaráði og formaðurin i Føroya Javnaðarflokki avsannað púra at hava lagt nakað trýst á Thorvald Stoltenberg, sum Torbjørn Jacobsen, fókatingsmaður, vil vera við.
Málið snýr seg um kanningarnevndina, sum Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi kunngjørdi, at Thorvald Stoltenberg skuldi vera limur í.
Mistak
Heldur enn Lars Emil Johansen, fólkatingsmaður, hevur Torbjørn Jacobsen ikki aðra frágreiðing enn, enn, at alan man vera um eina misskiljing, tá hann verður spurdur, hví føroyingar ikki fingu at vita, at Thorvald Stoltenberg kortini ikki skuldi kanna hernaðarmál í Útnorði,
Fyri at skjálprógva, at tað, sum Thorvald Stoltenberg segði við Sosialin í seinastu viku, var ósatt, sendi Norðuratlantsbólkurin út eitt tíðindaskriv, har brøv vóru við, sum skuldu mótprógva tí, sum Stoltenberg segði.
Men hesi skjølini vísa ikki petti annað enn, at tað, sum Stoltenberg segði, var rætt.
Thorvald Stoltenberg váttaði fyri Sosialinum, at hann var biðin um ráðgeving í utanríkispolitiskum málum og hevði játtað. Seinni, tá hann fekk arbeiðssetningin at vita, tók hann ta játtanina aftur.
Hóast hetta, varð kunngjørt, at hann skuldi vera við, men ongantíð kunngjørt, at hann hevði tikið tilsøgnina aftur.
Tað kom ikki fram fyri føroyska almenningin, fyrr enn Sosialurin skrivaði tað í seinastu viku. Hóast tað, at tað væl fyrr varð kunngjørt í grønlendskari pressu av grønlendska fólkatingsmanninum Lars Emil Johansen.
Lars Emil Johansen segði við Sosialin, at tað var ein misskiljing, at tað ikki var kunngjørt í Føroyum samstundis sum í Grønlandi.
Eftir at tíðindaskrivið frá Norðuratlantsbólkinum varð kunngjørt, vendi Sosialurin sær til Torbjørn Jacobsen, fólkatingsmann við tí greiða spurninginum, um talan var um eitt »forsømilsi við vilja«, tí tað leið so væl til løgtingsval i Føroyum, at skilabest var at gloyma hendan frensin.
Men soleiðis er ikki, segði Torbjørn Jacobsen. Hann helt fast við, at talan var bara um eina misskiljing, sum hevði gjørt, at einki varð sent føroysku pressuni.
Fyrr hevur grundgevingin hjá Norðuratlantsbólkinum fyri, at Stoltenberg tók seg aftur, verið tann, at hann metti arbeiðsbyrðuna ov tunga.
Um grundina til, at Stoltenberg hevði tikið seg aftur, segði Torbjørn Jacobsen, tá Sosialuirn tosaði við hann mikudagin, at Stoltenberg varð lagdur undir trýst av donsku stjórnini, sum hevði brúkt donsku sendistovuna í Oslo til at syrgja fyri, at hann tók játtan sína aftur. Og kanska var Føroya Javnaðarflokkur eisini innblandaður, segði hann.
Heilt burturvið
Sosialurin vendi sær til danska uttanríkismálaráðið, sum umsitir sendistovurnar uttanlands, at vita, hvat var í hesum orðunum há Torbirni Jacobsen.
Uttanríkismálaráðið brúkti ein dag at kann málið hjá donsku sendistovuni í Oslo og hjá skrivstovuni í Uttanríkismálaráðnum, sum hava við Føroyar, Grønland og trygdarmál at gera.
Svarið frá Uttanríkismálaráðnum til Sosialin var heilt greitt, at hvørki Uttanríkismálaráðið ella danska sendistovan í Oslo nakrantíð høvdu verið uppi í hasum málinum yvirhøvur. Tað var stutt sagt púra ókent fyri tey, at hendan kanningarnevndin, sum Thorvald Stoltenberg skuldi sita í, nakrantíð hevði verið upp á tal.
Triðji parturin, sum sambært Torbirni Jacobsen kanska skuldi havt verið innblandaður, er Føroya Javnaðarflokkur.
Til tað svarar Jóannes Eidesgaard, floksformaður, stutt og greitt, at slíkt tos er tvætl.
Sosialurin royndi eisini at fáa eina viðmerking frá Thorvaldi Stoltenberg sjálvum. Men á skrivstovu hansara hjá norska Reyða Krossi varð sagt, at hann lá heima við lungnabruna og var ikki at hitta fyribils. Tó hevur hann fingið áheitan um teldupost um at gera viðmerkingar til tað Torbjørn Jacobsen nú førir fram.