Tómt stadion til 100.000

Vandin fyri svínakrími hevur av álvara rakt mexicanskan fótbólti. Um vikuskiftið spældu America og Tecos á risastóra Aztec-stadion, sum millum annað hevur hýst tveimum HM-finalum. Men smittu-vandin bar við sær, at myndugleikarnir bannaðu áskoðarum at koma til dystin, sum Tecos vann 2-1. 100.000 áskoðarar rúmast annars á Aztec-stadion.