Tømt hópgrøv

Serfrøðingar hava nú tikið leivdirnar av 277 fólkum upp úr einari hópgrøv har norðuri í Bosnia. Murat Hurtic, sum hevur staðið fyri arbeiðinum, sigur við AP, at fólkini vórðu fyrst jarðað eina aðrastaðni, og seinni vórðu líkini grivin uppaftur og flutt í hópgrøvina. Hesa framferð brúktu serbarnir fleiri ferðir í borgarakrígnum í Bosnia í einari roynd at fjala síni brotsverk. Nú skulu DNA-kanningar staðfesta, hvørji tey myrdu í hópgrøvini eru, og aftaná verða tey latin teimum avvarðandi.