Tømrer heim til Silkeborg

Danski álopsspælarin Henrik Tømrer Pedersen, sum seinnu árini hevur spælt í enskum fótbólti, er á veg heim til Danmarkar

Hann fer at spæla fyri barndómsfelagið Silkeborg.

- Eg rokni við at skifta til Silkeborg nú, men eg eri ikki leysur av mínum sáttmála við Hull enn, og eg havi ikki gjørt avtalu við Silkeborg enn, sigur Henrik Pedersen við sporten.dk

Silkeborg spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, og Tømrer ætlar sær at verða við til at spæla felagið aftur í superliguna.