- Hetta er tekin um eina fullkomuliga inkompetenta dómsnevnd. Og tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg eri fullkomuliga ósamdur í avgerðini, sum er tikin. Tí havi eg við gildið frá í kvøld gjørt av, at eg taki meg úr øllum nevndararbeiði fyri Hondbóltssambandið.
Soleiðis fullu orðini, tá portalurin fríggjakvøldið fekk orðið á Jógvan Martin Mørk, sum segði seg als ikki kunna liva við hesum.
- Ein slíkur dómur vil skapa reint anarki innan hondbóltin. Tú brúkar eina mest sum tilvildarliga upptøku til knappliga at broyta siðvenju, og tað kann eg slettis ikki góðtaka.
Jógvan Martin hevur bæði sum spælari og síðani í øðrum funktiónum verið partur av arbeiðnum hjá Neistanum í drúgt áramál. Men hann leggur dent á, at hendan støðutakanin einki hevur við tilknýti hansara til felagið at gera.
- Tað skal eingin ivi vera um, at var talan um eitt reytt kort ella burturvísing, har dómararnir sendu frágreiðing um tilburðin, so varð talan um tríggja daga leikbann. Men framferðarhátturin í hesum ítøkiliga málinum er so grundleggjandi skeivur, at eg ikki á nakran hátt kann góðtaka hetta, staðfesti hann.