Tá miðlar gera mistøk...

Í Vikuskiftis Sosialinum er ein søga um eina unga mammu, sum hevur valt at lata sínar egnu upplivingar verða nýttar sum áminning til okkum øll um, at vit hava øll fráboðanarskyldu – skyldu at siga frá, um vit hava illgruna um, at eitt barn er fyri órætti.

 

Týdningurin av hesari søguni er stórur og mamman ein fyrimynd, tá ið umræður verju av børnum. Orsøkin til, at mamman valdi at siga sína søgu alment er, at hon upplivdi, at fólk ikki tóku orðini hjá lítlu dóttur hennara fyri fult.

 

– Øll vaksin hava eina fráboðanarskyldu, tá ið tað ræður um børn og livikor teirra. Og síggja vit ella vita vit um ónøktandi viðferð av børnum, so er tað okkara uppgáva at siga frá, sigur hon við Vikuskiftis Sosialin.

 

Men eitt mistak er farið fram í okkara frásøgu av hesari støðuni. Í Vikuskiftis Sosialinum er ein mynd av lítlu gentuni. Hóast hon ikki er nevnd við navni í Sosialinum, og mamman sjálv hevur greitt við nærri smálutum frá hendingini á einari almennari blogg síðu, áðrenn Sosialurin tosaði við hana, so eru vit hørm um, at vit hava prentað eina mynd av gentuni í Sosialinum.

 

Fjølmiðlaetisku reglurnar siga, at tað er góður fjølmiðlasiður at verja børn, og hóast hendan unga gentan ikki er nevnd við navni, so er hon kortini ikki nóg væl vard, tá ið myndin verður prentað í blaðnum.

 

Sosialurin vil tí við hesum taka í egnan barm og biðja um umbering fyri mistakið.

 

Tá tað er sagt, vilja vit eisini taka hattin av fyri mammuni og familjuni hjá hesari lítlu gentuni, sum hava handfarið hesa óhugnaligu støðu fyrimyndarligt og sum hava nýtt sína egnu lagnu til at sláa eitt slag fyri onnur børn, sum kanska ikki verða hoyrd, tá ið tey royna at siga frá. Vónandi kann teirra dirvi eggja til, at vit øll hugsa okkum betri um, tá ið umræður verju av børnum.

 

Eirikur Lindenskov

ábyrgdarblaðstjóri

 

Barbara Holm

Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum.