Tími jarðarinnar er eitt alheims tiltak, og ein tíma sløkkja menniskju kring allan knøttin ljósið fyri at sýna umhvørvinum ans.
Ljósini í miðbýnum í Havn vera sløkt millum klokkan 20:30-21:30 leygarkvøldið 28. mars.
Vegna koronasmittuna er einki tiltak í Tinghúsgarðinum. Tiltakið verður í staðin á sosialu miðlunum, boðar Havnar kommuna frá.
Næstu dagarnar ber til at fylgja við á facebook.com/earthhourtorshavn, har Jón Aldará, umboð fyri Tjóðsavnið, fer at siga eitt sindur um ljósdálking og lívmargfeldi í Føroyum.
Eisini fer Býarbókasavnið at viðmæla okkum bøkur um omanfyrinevndu evnir, og Hans Andrias fer at hugna um við góðum tónleiki, áðrenn forkvinnan í Náttúru- og Umhvørvisnevndini, Turið Horn, fer at siga nøkur orð og sløkkja ljósið.