Senegalesiski B68-framherjin, Ahmed Keita, sum hevur verið til royndarvenjing í danska felagnum, Silkeborg, kemur nú heimaftur til B68, tí sáttmáli ikki spurdist burturúr. Hinvegin hevur Silkeborg, sum frammanundan hevur føroyska landsliðsspælaran, Christian Lamhauge Holst, í hópinum, sýnt størri áhuga fyri 19 ára gamla Sandro Spasojevic, ið eisini hevur verið til royndarvenjing har í eina viku.