Tómgongd í Trongisvági

TB - B36 0-0 (0-0)

Tølini siga, at tað oftast endar við javnleiki, tá ið TB og B36 spæla, og soleiðis var tað eisini, tá ið hesi bæði liðini hittust og løgdu lítið fyri í álopspartinum.
Einki mál og bæði fáir og smáir málmøguleikar. So­leið­is var fasittið, tá ið Ransin N. Djurhuus bríkslaði fyri síðstu ferð í Trongisvági í gjár
Harvið halda bæði TB og B36 fram í sama lagi, sum gongdin hevur verið higartil í ár. Hetta var sjeynda ferðin, at TB var partur av javnleiki, og hetta var áttanda ferðin, at B36 fór av vøllinum við ein­um stigi. Higartil í ár hevur tað ikki eydnast nøkrum at vinna á TB við Stórá:
– Tað fegnast vit um, men sjálvandi ætla vit okkum at vinna heimadystirnar og ikki at spæla javnt. Vit høvdu vilj­an at leypa á, skjóta mál og vinna ímóti B36, men tað eydn­aðist ikki. Vit eru betri at verja enn at leypa á. Í dag gekk tað mesta fyri seg mill­um brotsteigarnar, stað­festi TB veteranurin Óli Johanne­sen.
Hann fegnaðist um, at tað nú eru 9 stig frá TB og aftur til niðurflytingarplássini.
– Tað er hugaligari at hyggja uppeftir enn niður­eft­ir. Liðini eru so tøtt, at tað hevði sæst orduliga aft­ur á støðu­talvuni, um tað hevði eydnast okkum at vinna tveir dystir á rað, men í løtuni kennist tað at vera tor­ført. Men vit fegnast um, at vit ikki tapa, segði Óli Johannesen.
Felags fyri bæði liðini var, at tey vóru skerd í álops­part­inum. Gilli Sørensen og Lukasz Cieslewicz sótu á B36 beink­inum. Miðskeiðis í 2. hálvleiki setti Mikkjal Thomassen teir á vøllin, men tað segði tað sama.
TB venjarin, Hans Fróði Hansen, hevði besta álops­spælaran, Poul Ingason, á beink­inum inntil miðskeiðis í 2. hálvleiki. TB venjarin metti unga mannin vera troytt­an av langa U-21 lands­liðs­tørn­inum. Poul Ingason spruttaði eitt sindur, tá ið hann kom á vøllin, men tað segði tað sama.
– Eg haldi, at okkara verja stóð seg væl. Eg haldi eisini, at vit royndu meiri frameftir enn mótstøðumenninir, men tað var ikki nóg mikið fyri at vinna, staðfesti B36 málverjin Tórður Thomsen.
Báðir – Óli Johannesen og Tórður Thomsen – vóru samdir í, at hetta var ikki fót­bólts­dystur, sum í søgu­bók­unum fer at verða minstur fyri gott og flótandi spæl.