5 stjørnur av 6
Hetta er ein filmur í sterku norðurlendsku traditiónini at gera filmar um børn og ung, sum syrgja og standa hjálparleys frammanfyri órættvísi. "Elina- som om jeg inte fantes" minnir um djúpt rørandi filmar sum ”Mit liv som hund”, ”Busters verden” og ”Populærmusik fra Vittula”.
Djarvt mannabarn
Søgan er um Elinu, sum hevur mist pápan. Hann er um at vera barn í einum fátækum málsligum minnilutaøkið í Svøríki, har tey tosa finskt, men noyðast at læra svenskt í skúlanum.
Vit eru í 50unum í Vesterbotten. Her er svenskt alráðandi yvir finska málminnilutanum.
Níggju ára gamla Elina hevur haft tuberklar, men nú skal hon byrja í skúlanum aftur í flokkinum hjá systrini Irmu.
Lærarinnan (Bibi Andersson), sum eisini er skúlastjóri, er ein uppblástur og sjálvhátíðuligur mynduleiki, men Elina hevur eina sterka og villa rættvísiskenslu – hon er eitt vakurt, stolt og sjálvstøðugt lítið menniskja, sum vil sleppa at syrgja pápan og virða hann við at tosa finskt. Sum eitt lítið djarvt mannabarn á fold, so kemur hon at gera uppreistur móti øllum.
Filmurin er djúpt rørandi, og sum áskoðari syrgir og grætur man innantanna av samkenslu við hesi einsamallu og tristu gentuni, sum er hart rakt av sorg og pínist av indignatión gjøgnum allan filmin.
"Elina - som om jag inte fanns"
Svøríki, 2002.
7 árs aldursmark.
77 minuttir.
Filmsvikan 14. oktober kl. 14










