Nógv hava fýlst á, at tilmælið um at hækka tímatalið til innskúlingina hjá landsstýrismanninum í skúlamálum, var ov varið. Ein teirra var Andrias Petersen, framsøgumaður Javnaðarfloksins, undir aðalorðaskiftinum týsdagin.
- Útspælið við einum tíma í ár, og einum aftur næsta og triðja ár, munar ikki nógv. Ongin ivi skal vera um, at tímatalið til innskúlingina skal upp á norðurlendska støðið. Nú er spurningurin bara, hvussu vit ítøkiliga leggja hækkingina til rættis, so vit ikki enda við at senda studentar inn í smáu flokkarnar, tí lærarastaburin ikki er til reiðar at taka nógvu eyka tímarnar uppá seg, sigur Andrias Petersen.
Tekur tíð
Spurdur, um fólk, sum send børn síni í 1. flokk eftir summarfrítíðina, fáa eitt betri tilboð, enn tey høvdu fingið í fjør, sigur Andrias Petersen, at tað vallað fer at síggjast aftur longu í august í ár.
- Royndirnar við politisku skipanini siga mær, at her hendir onki eftir einum degi. Nú bíða vit eftir einum ítøkiligum útkasti frá Mentamálaráðnum, og vón mín er, at hækkingin kann fara fram tvey ella trý næstu árini, sigur Andrias Petersen.
Virkin andstøða
Í blaðnum í gjár, segði Heidi Petersen, framsøgukvinna í skúlamálum hjá Tjóðveldisflokkinum, at um samgongan ikki kemur við einum skjótum og ítøkiligum uppskoti um at hækka tímatalið munandi beinanvegin, so fór flokkur hennara at leggja uppskot um eykajáttan fyri tingið. Til hetta sigur Andriast Petersen, at sjálvandi ger Tjóðveldisflokkurin tað.
- Tað høvdu vit eisini gjørt, um vit sótu í andstøðu. Tá hevur tú onki at missa, men alt at vinna, sigur Andrias Petersen.
--
FAKTA:::
Um tímatalið til allar 50 1. flokkarnar hækkar úr 18 upp í 25 tímar um vikuna í einum, kostar tað umleið 4,5 milliónir krónur í læraralønum. At hækka tímatalið í 2. flokki úr 20 upp í 25 tímar kostar umleið 3,5 milliónir krónur.
Kelda: Mentamálaráðið