Olaus Jespersen
deildarstjóri Mentamálaráðið
????????????????????????
Í grein í Sosialinum nr. 17 frá 27. januar 2004 ynskir Eli Hentze, skúlastýrislimur, alment svar um, hví Sands skúli hevur fingið boð um at taka nakrar tímar av tímatalvuni. Sum skilst av greinini, so hevur hetta millum annað havt við sær, at ítróttur er ikki á tímatalvu skúlans longur.
Skúlaárið 2003/04 er tímatalið til Sands skúla játtað eftir somu reglum, sum til allar aðrar skúlar á somu stødd. Tá ið skúlin í september 2003 sendi Mentamálaráðnum yvirlit yvir tímanýtsluna sást, at nýtslan var hægri enn játtaða tímatalið, og tí hevur skúlin fingið boð um at taka nakrar tímar av tímatalvuni, til tess at fáa samsvar millum játtan og nýtslu. Skúlin ger sjálvur av, hvussu hetta verður gjørt, men hevur ikki heimild til at víkja frá galdandi tíma- og lærugreinabýti og harímillum frá ásetta tímatalinum í ítrótti. Rætta mannagongdin í hesum føri er tí at senda fyrispurningin til skúlaleiðaran í Sands skúla, av tí at tað er hann, sum hevur ábyrgdina av at gera ítøkiligu tímatalvuna.
Vónandi hevur Mentamálaráðið uppfylt ynski frá skúlastýrisliminum um eitt svar, ið vanlig fólk skilja, sum kravið frá greinskrivaranum var. Um ikki, so eru tygum altíð vælkomin at venda tygum til Mentamálaráðið fyri at fáa greiði á tí, tygum ikki skilja.









