Tómas Ingi Tómasson, Ísland:

Eg haldi, at bæði liðini spældu væl, og úrslitið var eisini fínt. Og her var ein fín atmosfera á Tórsvølli. Eg eri móður, og eg haldi, at eg í dag rann meira, enn eg havi gjørt leingi. Og so var eg sjálvandi eisini glaður fyri málið, sum tíbetur kom so mikið tíðliga, at eg ordilig fekk skotið hann inn. Tað hevði verið stuttligt, um hetta kundi blivið spírin til eitt framtíðar samstarv, har vit kanska fingu onnur veteranlandslið við eisini.