Talv
6. umfar bleiv eitt avgerandi umfar í landsliðsbólkinum; Martin vann seg av álvara upp í toppin við týðandi sigri, meðan Rødgaard leikti síni trý seinastu talv jøvn og misti harvið kontaktina við oddamennirnar Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen. Eisini byrjaði Olaf Berg at vísa tenn og bardi seg loksins framum Rødgaard í seinasta umfarinum.
Tolin trívst
Ein kann sannliga siga, at Martin hevði tol frá fyrsta til seinasta bríksl. Hann var í fleiri talvum frá byrjan nøgdir við javnleik, og hevði eina greiða strategi; ikki at tapa nakað talv. Sjálvsagt vil eingin tapa eitt talv, men telvarar vita, at fert tú kompromileyst eftir sigri í hvørjum talvi, risikerar tú samstundis alt stigið. Tann kompromileysi stílurin er áskoðaravinarligur, men loysir seg ikki altíð.
Martin helt sína strategi alla kappingina, og tað er væl klárað av einum so ungum telvara. Føroyameistarin seinastu tvey árini valdi í tøkum tíma at leggja varsemi frá sær eitt bil, tá hann við svarta fólkinum legði trýst á Rødgaard. Tolsemi fyrstu fimm umførini (1 sigur og 4 remis) loysti seg.
Longu aftur í 7. umfari valdi Martin aftur varsema stílin, tá hann eftir tíggju leikum við hvíta fólkinum bjóðaði mær javnleik. Eg takkaði ja.
Martin kom út í vandasjógv ímóti Torkil Nielsen í 8. umfari. Torkil leikti seg til vinnandi støðu við sínari hollendsku byrjan, men við eitt vendist rákið og Martin vann talvið. Eisini talvið í seinasta umfarinum hjá Martini varð víðopið; Rani Nolsøe - sum miðskeiðis í talvinum ikki tók av remis-tilboði Martins - legði trýst á Martin, men havnarmaðurin vardi seg væl og vann við sínum kontraálopið. Harvið eisini føroyameistaraskapin annað árið á rað.
Hattrick?
Bert Luitjen Apol og Heini Olsen hava vunnið FM tríggjar reisir á rað; ávíkavist í 1974-75-76 og 1991-92-93. Martin ætlar sær sigandi eftir hattrikkinum komandi ár.
Í løtuni eru Martin og Hans Kristian í Dubai og luttaka í einari krútsterkari kapping við 45 stórmeistarum. Kappingin er í døgunum 18-28. apríl.