Nú frættist um tómar skúlastovur kring landið. Næmingar, serliga í framhaldsdeildunum, eru eisini farnir at mótmæla arbeiðssteðginum, ið er íkomin orsakað av ósemjuni millum Fíggjarmálastýrið og Lærarafelagið. Næmingarnir halda seg burtur.
Eisini frættist, at næmingar hava sent Signari á Brúnni, landsstyrismanni, mótmælisskriv.
Felagið veit einki
Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, sigur at felagið ikki hevur ein fingur við í spælinum, tá næmingar nú eru í verkfalli, men felagið hevur eisini hoyrt tíðindini.
Hon metir, at slíkt kemur spontant og at forholdið milum næmingar og lærarar er tættari, enn fleiri kanska halda. Eisini metir hon, at næmingar duga at síggja, hvat lærarin leggur í sítt starv og at tað er ein vanlukka, um nýggja lógin dettur niðurfyri.
- Næmingarnir eru besvístir, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Pengar eingin trupulleiki
Elsa Birgita Petersen vil ikki siga, hvussu longi Føroya Lærarafelag hevur ráð at halda fram við arbeiðssteðginum. Hon leggur tó dent á, at peningur er eingin trupulleiki og at felagið hevur ráð til verandi støðu í langa tíð.
Skaalum arbeiðir
Tað skilst, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur gjørt eitt uppskot til partarnar at góðtaka ella vraka ella samráðast útfrá. Stýrið væntaði, at Lærarafelagið fekk uppskotið í gjár, men uppskotið skal fyrst út at venda hjá Fíggjarmálastýrinum.
Elsa Birgitta Petersen sigur, at hon hevur skilt, at Fíggjarmálastýrið og semingsmaðurin Allan Skaalum arbeiða við hesum.
Allan Skaalum hevði í gjár verið í samband við Lærarafelagið, men visti ikki neyvt at siga, nær felagið fekk uppskotið.
Felagið hevur kravt at fáa uppskotið skrivligt.
Ikki semingsuppskot
Forkvinnan í Lærarafelagnum leggur dent á, at talan er ikki um semingsuppskot, tí tað er Fíggjarmálastýrið og semingsmaðurin, ið arbeiða. Ikki Føroya Lærarafelag.
Hetta hóskar eisini væl við tað, ið felagið hevir hildið uppá, nevniliga, at myndugleikarnir eiga at spæla út.
Í Føroya Lærarafelag eru tey annars væl við tiltøkini hósdagin. Sáttmálasettir lærarar úr øllum landinum tóku lut og spontant komu næmingar eisini uppí mótmælisgonguna og hetta heldur forkvinnan í Føroya Lærarafelag eydnaðist væl.