Tómar hóttanir um Eik Banka

Á tíðindafundi hjá Fíggjarligum Støðufesti 18. november í fjør hóttu umboð fyri danska felagið við, at um føroyingar ikki keyptu Eik fyri jól, fór felagið at avrigga bankan. Við útvarpið týsdagin segði Jørn Astrup Hansen, stjóri í Eik Banka, at hetta fer ikki at henda kortini. TF Holding sigst nú nærkast einum keypi fyri væl minni, enn Fíggjarligt Støðufesti ímyndaði sær, tí føroyingar ikki lótu seg hótta

Uni Arge
----------
 
Málið um at endurreisa Eik Banka gjørdist drúgvari, enn umboðini fyri Fíggjarligt Støðufesti ynsktu sær. Eftir at Jørn Astrup Hansen hevði sett seg í stjórastólin Yviri við Strond í oktober í fjør, hoyrdist ferð eftir ferð, at bankin fór at verða seld­ur fyri jól. Skundurin tókt­ist vera øgiligur at sleppa úr Før­oy­um aftur, og tá fýra um­boð fyri danska upp­rudd­ing­ar­felagið sendu boð eftir føroysku fjøl­miðlunum 18. november, var tað við ikki sørt av spenningi, at fjøl­miðlarnir møttu upp. Men niðurstøðan eftir tíð­inda­fundin var, at fjøl­miðla­fólk­­ini høvdu verið vitni til eina bein­leiðis hóttan. Um før­oy­ingar ikki gingu sam­an í eitt samtak og bjóðaðu upp á Eik, ætlaði Fíggjarligt Støðufesti at fara í stálhandskarnar og lata Eik aftur.
 Jólini eru nú væl og virði­liga farin afturum og eisini nýggjárið, men enn hev­ur Fíggjarligt Støðufesti ikki gjørt álvara av sínum hóttanum. Tvørturímóti er komið fram í Kringvarpinum, at danski staturin tók egin fíggjarlig atlit, tá gjørt varð av, at alt Eik-samtakið skuldi leggjast undir Fíggj­ar­­ligt Støðufesti, og før­oyski parturin av Eik ikki kundi verða skildur frá sam­tak­in­um. Við teirri avgerðini fór fyri bakka møguleikin hjá áhug­aðum íleggjarum at bjarga føroyska partinum, og hetta harm­aði Odd Bjellvåg, tásit­andi nevnd­arforman, tí hann sá fyri sær, at bjarg­ing­in kundi eydnast. Í dag sigur Jørn Astrup Hansen, at tann loysnin hevði kostað eina milli­ard eyka, og tí var betri, at alt samtakið fór undir Fíggj­ar­ligt Støðufesti.
 
Letur ikki aftur
Í Eygsjón í Kringvarpinum týsdagin umrøddu Odd Bjell­våg og Jørn Astrup Han­sen, um talan var um bana­høgg ella bjarging, tá Fíggjarligt Støðufesti yvirtók Eik Banka. Jørn Astrup Han­sen segði, at peningurin hjá inn­skjótarunum varð bjarg­aður, men helt, at peningurin hjá parta­eig­ar­unum undir øll­um um­støðum var mist­ur 30. september í fjør. Hes­um mótsegði Odd Bjell­våg ikki, men vísti á, at niður­skriv­ingarnar hjá Fíggjarligum Støðufesti í Eik kundu disku­terast. Odd Bjellvåg varð so spurdur, hvat hann helt fór at henda, nú Fíggjarligt Støðu­festi skuldi fundast við landsstýrið um Eik Banka. Hann helt, at Fíggjarligt Støðu­festi vildi hava lands­stýrið at seta pengar í Eik.
Um hetta hendir, veit ong­in, men sjónvarpið segði seg í gjár skilja, at landið fer ikki at seta pengar í Eik. Í Eygsjón var Odd Bjellvåg fullvísur í, at Fíggjarligt Støðufesti fer undir ongum umstøðum at avrigga Eik í Føroyum, eins og felagið boðaði frá 18. november í fjør. Tá Jørn Astrup Hansen varð spurdur, hvat hann hevði at siga um hesa útsøgnina, svaraði hann, at hann var samdur. Sostatt hevur Fíggjarligt Støðufesti í roynd og veru viðgingið, at talan var um tómar hótt­anir á tíðindafundinum 18. november. Fráboðaða evsta­markið í desember var als ikki nakað altumráðandi evsta­mark, og hóttanirnar um, at menn fóru at broyta karak­ter og snara lykilin um í Eik, vóru bluff.
 
Sissaðu seg
Í sambandi við bankahúsa­gang­ir í Føroyum kemur al­tíð politikkur í málini. Tað vísir søgan. Illgrunin um arro­ganta maktnýtslu úr donsk­um ráðharrastovum og stovnum, tá trýst skal leggj­ast á føroyskar myndug­leik­ar, er ongantíð fjarur. Tað er hann heldur ikki í Eik-mál­inum, serliga ikki eft­ir upp­lýsingarnar um, hví Fíggjareftirlitið og Fíggjarligt Støðufesti noktaðu fyri, at Eik-samtakið kundi skilj­ast sundur, so føroyski part­ur­in kundi verða seldur fyri seg. Atburðurin á tíð­inda­fundinum 18. november styðj­­aði eisini væl upp undir arro­gantu ímyndina. Men kanska hevur Fíggjarligt Støðu­festi nú sissað seg og skilt, at hóttanirnar í no­vemb­er ræddu ongan í Før­oy­­um.
Sjónvarpið segði seg so í gjár skilja, at løtan er nær, at TF Holding keypir Eik, og at landið verður ikki partur av keypinum. Fær Fíggjar­ligt Støðufesti 600 milli­ónir krónur fyri bank­an, er tað langt frá teirri góðu milliardini, sum fe­lagið ímynd­aði sær at fáa. Út­lit­ini til, at TF Holding fær bankan bíliga, munnu vera søtur songur í oyrunum á øllum føroyingum, ið hava fund­ast við Fíggjarligt Støðu­festi um málið, tí hví skal nakar tíma at leggja fleiri pengar á borðið? Jørn Astrup Hansen hevur sagt, at bank­in letur ikki aftur, sama hvat hendir, og læt bankin aftur, hevði í somu løtu tikið seg upp politisk kreppa av tí, at Danmark niðurlegði helvt­ina av føroyska fíggjar­kervinum.
Eina tílíka polit­iska banka­kreppu hevur danski stat­ur­in ong­an áhuga at skapa, nú Sam­­bands­­flokk­urin stendur at fáa 31 prosent av at­kvøð­unum á kom­andi løg­tings­vali, og Lars Løkke Ras­mussen skal hava frið at brynja seg til fólkatingsvalið og royna at endurvinna for­sætis­ráðharrasessin. Og so fæst annars at síggja, um aðrir íleggjarar enn TF Hold­ing eru uppi í leik­inum, nú Eik Banki skal seljast.
---------
FAKTA
Føroyingar eru ikki hugaðir fyri, at landskassin setir pengar í Eik. Ein kanning hjá Granskingar­deplinum fyri samfelagsmenning vísir, at bara 25,5 prosent av veljarunum taka undir við at seta almennar pengar í Eik. 36,8 prosent eru ímóti tí, og 37,7 prosent eru ivasom.