Í næstum fara øll húski í Klaksvík at finna nakrar heldur øðrvísi faldarar í postkassanum. Næstu trý árini verður Klaksvíkin nevniliga royndarkommuna í átakinum ?Børn í vanda? hjá Bláa Krossi ? eitt átak, sum snýr seg um míni og tíni børn og um, hvussu vit best tryggja teimum ein barndóm, har rúsdrekka ongan lut eigur í gerandisdegnum.
Ikki ein privat søk
Vit vita tað væl, men vit tosa helst ikki um tað ? at børn verða bangin og ótrygg, tá tey vaksnu smakka sær á. Sjálvt heilt lítil børn kenna á sær, at okkurt er galið. Tey hoyra tað á tosingarlagnum, síggja tað á gongulagnum, og meðan tey vaksnu hugna sær, gerst kvøldið meir og meir óhugnaligt fyri børnini. Men tey fortelja tað ikki fyri nøkrum, og onnur blanda seg ikki uppí. Nýtsla av rúsdrekka er jú ikki misnýtsla, og at fáa sær eina kenning av og á er ein privat søk. Ella er tað nú tað?
- Nei, ikki longur í tí løtuni, mamma, babba ella onkur annar í heiminum hevur drukkið so mikið, at barnið verður ótrygt. Og tann støðan kann lættliga henda, sjálvt um talan ikki er um beinleiðis misnýtslu, ella um at babba kemur heim fullur og slær mammu. Átakið ?Børn í vanda? miðar í grundini móti teimum 80% av føroyskum familjum, har rúsdrekka ikki verður hildið at vera ein trupulleiki, men av og á er orsøkin til, at tey vaksnu bera seg øðrvísi at, enn vanligt. Meir skal ikki til, áðrenn børnini fáa ilt sálarliga, og tá eru tey í vanda, sigur Tórhild Bjarkhamar, leiðari fyri átakið.
Øll hava ein leiklut
Allar kanningar benda nevniliga á, at børn, ið vaksa upp í einum heimi, har rúsdrekka javnan er ein partur av samveruni, eru í størri vanda enn onnur fyri at gerast misnýtarar. Í Bláa Krossi hitta tey hvønn dag misnýtarar, sum eru komnir so langt út, at tað illa vendst aftur. Tí er eyðsæð at at spyrja seg sjálvan, hví tað kom har til, og hvat kundi verið gjørt fyri at fyribyrgt hesum sorgarleikinum. Tað finst nevniliga altíð ein orsøk til, at lagnan hjá hesum menniskjanum gjørdist júst hendan, greiðir Tórhild frá.
Og orsøkin er sum oftast at finna í uppvøkstrinum, har foreldur ikki hava givið sær nóg nógv far um innara tørvin hjá barninum. Tí spæla foreldrini eisini ein avgerandi leiklut, tá ?Børn í vanda? átakið fer út við sínum boðskapi. Ein av høvuðstáttunum í átakinum er tí foreldrafundir, har foreldrini sjálvi skulu koma við sínum hugskotum til, hvussu vit best kunnu verja børnini móti rúsdrekka.
- Tað ræður um at fáa fólk at síggja seg sjálvan aftur í hesum trupulleikanum, tí vit hava øll ein leiklut í honum. Vit ætla ikki at skapa ræðumyndir ella lyfta fordømandi peikifingrar, men vísa á, at vit øll eru partur av einum gerandisdegi, har vandarnir við rúsdrekka ongantíð eru langt burturi, og har børnini ofta verða fyrstu offrini. Tí royna vit bæði at vísa á, hvat foreldrini sjálvi kunnu gera, men ikki minst skipa nakrar felags mannagongdir, so lærarar, pedagogar, ítróttarvenjarar og onnur, sum dagliga eru um børnini, vita, hvørjum tey skulu halda eyga við, sigur Tórhild.
Vandamikli tómleikin
Ikki bara aðrastaðni, men eisini í Føroyum síggja vit dømi um 10 ára gomul børn, sum mestsum eru slept uppá fjall. Tey eru von við, at ongin er inni, tá tey koma heim úr skúla, og í stóran mun seta tey sjálvi dagsskránna fyri restina av degnum. Familjan dugir illa at finna neyðugu tíðina til veruliga at vera saman, og spakuliga halda foreldrini uppat at fylgja við í tí, sum fyriferst í lívinum og í høvdinum á barninum.
- Øll foreldur vilja sínum børnum bara tað allarbesta. Tað eri eg als ikki í iva um. Men tíverri eru vit ikki altíð líka tilvita um, hvussu stóra ábyrgd vit í grundini hava, sum foreldur. Vit hava skyldu til at tryggja, at okkara børn fáa kærleika, nærleika og tryggleika, men hetta eru jú stór orð, sum illa rúmast í einum gerandisdegi, har familjan nóg illa hevur tíð at eta saman, sigur Tórhild. Hon leggur afturat, at í berum skundi og tankaloysi kunnu vit verða orsøkin til, at barnið situr eftir við eini kenslu av tómleika, sum skal fyllast út við onkrum, og tá eru rúsevni ofta skjótasta og lættasta ?loysnin?.
- Hesin trupulleikin snýr seg eisini um, at vit øll eru partur av einum livihátti, sum fá ella ongin veruliga kennir langtíðaravleiðingarnar av. Føroyska samfelagið og livimynstrið er broytt so ógvusliga eftir so stuttari tíð, at vit illa duga at ímynda okkum, hvørjar avleiðingar tað fer at hava um eini 20 ár. Men tað gevur okkum ikki rætt til bara at lata standa til og bíða eftir, hvat fer at henda. Hóast ?Børn í vanda? átakið er føtt av einum veruligum trupulleika er tað í so máta samstundis ein roynd at taka hond um ein samfelagstrupulleika, áðrenn hann uppstendur, sigur Tórhild Bjarkhamar.










