Tá mamma fekk demens

"Livandi mentan, har vit koma hvørjum øðrum við".

- Sjálvandi vil Alzheimerfelagið verða við í Fuglafirði hesar dagar, mentanarvikan er. Tí skipa vit fyri fyrilestri mikukvøldið hin 19. september klokkan 18.30 við Niklasi Hera Jákupson og Jonhardi Larsen, ið greiða frá teirra søgu, tá mammurnar fingu demenssjúku á ungum árum.

Lagt verður aftrat, at fyri Alzheimerfelagið er tað eitt stórt framstig at fáa "menn" at tosa um teirra søgu. Tað bleiv teirra lagna, at teir, sum heilt ungir, fingu sjúkuna demens tætt at sær.

Alzheimerfelagið vísir á, at Unn Justinusen, demenssamskipari, kemur fyrst á pallin og fer at siga frá um sjúkuna "demens". Síða koma Niklas Heri og Jonhard á pallin.

- Vit gleðast yvir at kunna bjóða øllum, ið hava áhuga, at koma og hoyra "søgurnar" í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har vit eisini bjóða kaffi, køkur og hugnaligt prát aftaná.

Lagt verður aftrat, at filmurin “Minnist tú?” í myndum nú er liðugur og klárur til sølu. Herluf Sørensen er framleiðari, og Poula Sørensen eigur hugskotið til filmin.

- Hetta er fyrstu ferð, slíkur filmur er gjørdur í Føroyum, har fakliga verður arbeitt við minninum hjá dementum. Filmurin er sera gott amboð hjá teimum, sum arbeiða við minnisveikum fólki. Filmurin kann vera hent amboð og hjálp hjá avvarðandi til at vera um ein minnisveik.

Alzheimerfelagið sigur, at Hans Jacob Hermansen hevur týtt bókina ”Skunda tær at elska”, og Hans Jacob og Poula Sørensen verða við til tiltøkini í Fuglafirði.

- Alla mentanarvikuna verður Reminiscens-framsýning í Høvdahúsinum í Fuglafirði. Reminiscens er ein arbeiðsháttur at nýta saman við minnisveikum fólkum. Tað eru áhugafólk og Alzheimerfelagið, sum skipa fyri, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Myndin er av gomlu Høvdahúsunum í Fuglafirði.