Tímalønt sleppa at vera heima hjá sjúkum børnum við løn

Nú verður enn ein roynd gjørd at tryggja, at eisini tímalønt kunnu vera heima fyrsta sjúkadag hjá sjúkum børnunum, við løn. Tað skrivar Sosialurin.

Hetta er ein rættur, sum fastlønt hava havt í nógv ár, men sum tímalønt ikki hava.

Nógv halda, at hetta er ein grovur mismunur og hesi seinastu árini eru fleiri royndir gjørdar at fáa hendan mismun burtur.

Løgtingið hevur eisini tvær ferðir samtykt at landsstýrið skal arbeiða við málinum, men onki er hent.

Men tá ið løgtingsfundur verður aftur næsta týsdag, eru ikki færri enn tvey uppskot til viðgerðar um at geva tímaløntum rætt til at vera heima barnsins fyrsta sjúkadag, við løn.

Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, eigur annað uppskotið og Miðflokkurin eigur hitt.

Seinast, málið var til viðgerðar, boðaðu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin frá, at teir halda ikki, at hetta er eitt mál, sum tað almenna skal leggja seg út í.

Teir halda, at hetta tvørtur ímóti er eitt mál, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at taka upp í sáttmálasamráðingunum.

Hinvegin tóku allir hinir fýra flokkarnir undir við málinum.

Tí eru góðar vónir um, at málið verður samtykt hesuferð.