Tímalønt gjalda fyri føstu lønirnar

Formaðurin í Tofta Arbeiðsmannafelag, Harry Benjaminsen, heldur, at tey, sum fáa fasta løn á virkjunum kring landið, eitt nú formenn, heldur skuldu fingið tímaløn við einum minni ískoyti um mánaðin. - Her er veruliga peningur at spara hjá fleiri virkjum, sigur hann

Arbeiði

- Nú lønarsamráðingar eru aftur, eru arbeiðsgevararnir enn einaferð farnir at tosa um, at lønirnar eru so høgar hjá vanliga arbeiðaranum. Hetta er sama møsn, sum núverandi formaður í arbeiðsgevarafelagnum hevur arvað frá fyrrverandi formanninum, eins og hetta eru meiningar hjá umsitingini í Vinnuhúsinum, sum jú er hin sama sum undanfarin ár.
Tað er Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðsmannafelag, sum eisini hevur verið stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag, ið eigur hesi orðini og reisir henda spurning.

Lønarposin

Hann vísir á, at samráðingar við arbeiðsgevararnar jú er ein spurningur um løn, eftirløn, lívstrygging og onnur rættindi fyri arbeiðarafjøldina.
- Tað er sjálvandi avgerandi fyri arbeiðaran, at hann fær so nógv í lønarposan sum gjørligt fyri tað arbeiði, hann ger. Arbeiðsgevarin vil hinvegin, at arbeiðarin ger so nógv sum gjørligt fyri so lítið sum tilber.
Harry vísir á, at tey seinnu árini hevur tað tíverri verið soleiðis, at arbeiðarafeløgini hava verið í verkfalli fyri at fáa ein lítlan part av sínum krøvum gingin á møti.
- Hetta er sjálvandi ikki bert skuldin hjá teimum, men eisini um vantandi vilja hjá arbeiðsgevarunum at loysa eina trætu um løn í sátt og semju.
Formaðurin í Tofta Arbeiðsmannafelag heldur, at tað hevði tænt báðum pørtum best til samráðingarnar hesaferð, um spælt varð út við reellum krøvum um løn, eftirløn og onnur viðurskifti í sáttmálanum.
- Best hevði verið, um báðir partar vístu vilja til at loysa sáttmálaspurningin í góðum og siðiligur anda, so vit sluppu undan einum stríði hesaferð. Tá hevði nýggi formaður arbeiðsgevarans veruliga víst, at dugur var í honum ? og at ein nýggj tíð var byrjað!

Yvirbygnaðurin

Harry sigur, at sum arbeiðari kann hann ikki góðtaka, at
tað altíð verður lagt eftir teimum tímaløntu ? at tann tímalønti fær ov nógva løn og harvið ger, at vit ikki eru kappingarførir við onnur lond.
- Eg haldi, at arbeiðsgevararnir heldur skuldu hugt at, um yvirbygnaðurin ikki er ov stórur og dýrur. Men eg veit, at teirra svar er, at neyðugt er at hava fleiri formenn og fastlønt fólk.
Og formaðurin í Tofta Arbeiðsmannafelag heldur fram:
- Mín meining er, at vit á fleiri arbeiðsplássum hava alt ov nógv ópruduktiv fólk í føstum starvi ? við fastari løn. Tað sigur seg sjálvt, at vanligi arbeiðarin noyðist at bløða fyri, at hesi skulu fáa sína løn. Míni ráð eru at hava færri fastlønt fólk, tí hesi skulu hava løn, sjálvt um einki arbeiði er í nakrar dagar, meðan arbeiðarin tá er við hús við ongari løn frá arbeiðsgevaranum.
Harry heldur, at tey, sum fáa fasta løn, eitt nú formenn, heldur skuldu fingið tímaløn við einum minni ískoyti um mánaðin.
- Her er veruliga peningur at spara hjá fleiri virkjum, leggur hann aftrat.

Einki verkfall

Formaðurin í Tofta Arbeiðsmannafelag sigur seg vóna, at samráðingarnar, sum nú eru byrjaðar millum arbeiðarar og arbeiðsgevarar, fara at ganga væl.
- Eg vóni ikki, at neyðugt verður við verkfalli, men at báðir partar ? tá ið komið er undir land ? kunnu vera nøgdir við at hava fingið okkurt positivt burtur úr, sigur Harry Benjaminsen.