Amerikanska blaðið Forbes hevur gjørt ein topp-10 lista yvir heimsins best løntu ítróttarfólk.
Ovast á listanum stendur bóltsnillingurin Cristiano Ronaldo. Evropameistarin og Real Madrid-stjørnan hevur eina ársinntøku á 624 milliónir krónur. Av hesum koma 397 milliónir frá fótbóltinum og 227 milliónir frá lýsingarpengum. 624 milliónir krónur gevur eina dagsløn upp á 1,7 milliónir krónur, um arbeitt verður hvønn dag. Tað gevur umleið 213.000 krónur um tímar, um arbeitt verður átta tímar um dagin.
Einans tveir fótbóltsspælarar eru á topp 10 listanum, men teir liggja á 1. og 2. plássi. Næstur á listanum er Lionel Messi. Argentinski Barcelonaleikarin fær "einans" 577 milliónir krónur, 379 milliónir í løn og 198 milliónir krónur frá lýsingum.
Næstir á listanum eru hesir:
3. LeBron James (Basketbóltur). 547 milliónir krónur.
4. Roger Federer (Tennis). 480 milliónir krónur.
5. Kevin Durant (Basketbóltur). 398 milliónir krónur.
6. Novak Djokovic (Tennis.) 395 milliónir krónur.
7. Cam Newton (Amerikanskur fótbóltur). 376 milliónir krónur.
8. Phil Mickelson (Golf). 375 milliónir krónur.
9. Jordan Spieth (Golf). 374 milliónir krónur.
10. Kobe Bryant (Basketbóltur). 354 milliónir krónur.
Best lønta ítróttarfólkið á listanum hjá Forbes yvir kend fólk er tó eingin av hesum tíggju. Tað er nevniliga fyrrverandi basketbóltspælarin Michael Jordan, sum framvegis fær 709 milliónir krónur um árið í løn frá ítróttarútgerðarfelagnum Nike.
Ovast á listanum yvir ársinntøkuna hjá teimum ríku í 2016 er tónleikastjørnan Taylor Swift. Sambært Forbes er inntøka hennara 1,2 milliardir krónur.