FÓLKASKÚLIN
Tíðliga í summar heitti Føroya Lærarafelag á allar fólkaskúlar kring landið um at gera upp veruliga tørvin á tímum og senda felagnum uppgerðina. Enn hevur bert ein fólkaskúli gjørt eftir áheitan, og felagið minnir tí skúlarnar enn eina ferð á um at koma við uppgerðini. Endamálið við hesi áheitan er at broyta skipanina við tímabýtinum soleiðis, at skúlarnir fáa tímarnar, sum tørvur er á, og ikki sum nú, har skúlarnir fáa eitt tímatal og út frá tí royna at fáa kabalina at ganga upp. Og kabalin gongur ikki upp alla staðni. Ein sannroynd er, at skúlar ikki kunnu bjóða næmingum sínum lærugreinir, sum eru kravdar sambært lóg, vegna ov fáar tímar.
Tímabýtið verður roknað eftir einum frymli, einum sparifrymli, sum varð settur í verk í fólkaskúlanum í ringastu kreppuárunum fyrst í nítiárunum. Hesin frymilin setur framvegis dagskránna í skúlanum, og allir, serliga teir miðalstóru skúlarnir, eru við skerdan lut. Mentamálastýrið er kunnað um tiltakið hjá Føroya Lærarafelag, og sum skilst á forkvinnu felagsins, Elsu Birgittu P. Petersen, er Mentamálastýrið áhugað í, at skipanin verður broytt.
- Skúlaverkið eigur at verða skipað á sama hátt sum almannaverkið, har uppgávurnar og skyldurnar eru lógarbundnar og tískil fáa ta játtan, sum krevst. Sum er fær alt skúlaverkið eina játtan, sum alt skal kroystar niður í, uttan mun til um rúm er fyri tí ella ikki, og eru eingir pengar, verða uppgávur strikaðar, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.
Skyldur og uppgávur í fólkaskúlanum hava áður verða lógarkravdar.
Umframt arbeiðir Føroya Lærarafelag við at broyta skipanina soleiðis, at tímarnir ikki verða býttir út á næmingarnar, men heldur á flokkarnar. Hesin frymilin, sum eisini kom í kreppuárunum, er ongantíð dagførdur ella endurskoðaður, hóast skúlaleiðarar hava víst á skeivleikar og møguligar ábøtur, sum eiga at verða gjørdar
Føroya Lærarafelag hevur sett fólk av til uppgávuna at endavenda skipanina við tímabýtinum, og miðar eftir at verða liðugt við uppgávuna sum skjótast.