Í løtuni renna so nógvior pengar úr tí íslendska arbeiðsloysisgrunninum, at fær hann ikki eina innspræning frá ríkiskassanum, verður grunnurin tómur næsta ár. Tað skrivar Morgunblaðið.
Sagt verður, at síðsta mánaðarskiftið rindaði grunnurin næstan tvær milliardir íslendskar krónur í arbeiðsloysisstuðuli, og at tað var 60 milliónir meiri enn mánaðin undan.
Higartil í ár hevur grunnurin goldið 16 milliardir krónur, og við verandi gongd kemur talið upp á 26 milliardir íslendskar krónur, tá árið endar.
Til sammetingar nevnir Morgunblaðið, at skattahækkingar og annað geva ríkiskassanum 22 milliardir íslendskar krónur í ár.










