- Tú má til Íslands eftir henni

Borgarar í Føroyum, sum hava viðurskifti at skipa við danskar myndugleikar ella bankar, kunnu gera tað umvegis alnetið. Til tað krevst bara ein talgild undirskrift. Trupulleikin er bert tann, at eingin myndugleiki hevur heimild at geva eina slíka út. – Far til Íslands eftir henni, er svarið frá myndugleikunum

Talgild undirskrift

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Danir hava líka síðan ár 2003 havt møguleika fyri at skipa síni egnu privatu viðurskifti við bankar, skattavald, heilsuverk og aðrar myndugleikar á alnetinum. Hetta gjørdist møguleiki, tá talgilda undirskriftin varð innførd.

Talgilda undirskriftin er ein persónlig undirskrift á alnetinum, og hon er eins bindandi og tann hondskrivaða. Eitt nú verður henda nýtt, tá borgarar skulu fáa upplýsingar um teirra egna skattamál, tá foreldur skulu lesa journalin hjá innlagda barni teirra ella tá upplýsingar um lán skulu heintast frá bankanum.

Hetta er ein hentleiki, ið alsamt fleiri danir gera nyttu av, og henda møguleika hava føroyingar, ið hava búð niðri eisini.

Trupulleikin er bert tann, at talgild undirskrift ikki verður nýtt í Føroyum, og eingin myndugleiki er í Føroyum, sum kann geva eina talgilda undirskrift út.


Tvørligt at búgva í Føroyum

Talgilda undirskriftin er í veruleikanum ein persónlig pinkota, nøkur tøl, ið verður nýtt at skriva undir skjøl, senda teldubræv í trúnaði og til at skipa síni egnu viðurskifti við tað almenna umvegis alnetið.

Men fyri at fáa eina slíka pinkotu útflýggjaða, er neyðugt hjá viðkomandi persóni at møta upp persónliga hjá eini sendistovu ella einum konsli, til tess at tað kann tryggjast, at tað bara er rætti viðkomandi, ið fær hesa útflýggjaða.

Men av tí at Føroyar eru partur av ríkisfelagsskapinum, er hvørki sendistova ella konsul fyri Danmark í Føroyum, og tískil kann pinkotan ikki útflýggjast í Føroyum.

Hetta merkir, at skal ein dani ella ein føroyingur hava fatur á síni talgildu undirskrift, noyðist hann antin til Keypmannahavnar ella til Reykjavíkar, til tess at fáa hesa útflýggjaða.

- Flúgv til Íslands og fá hana á sendistovuni har, er svarið sum danir í Føroyum fáa, tá teir vilja vita, hvar teir kunnu fáa fatur á pinkotuni.


Loysnin á veg

Danska IT- og Telestyrelsen siga við heimasíðuna hjá Version2, www.version2.dk, ið fyrst varpaði ljós á trupulleikan, at ein loysn er á veg.

- Tað er bara ein spurningur um at IT- og Telestyrelsen og DanID, saman við føroysku myndugleikum fáa nakrar mannagongdir upp á pláss, soleiðis at pinkotan kann útflýggjast hjá Ríkisumboðnum í Føroyum. Har skulu gerast nakrar mannagongdir fyri hvussu ein fær váttað, at pinkotan verður útflýggjað til rætta viðkomandi, og tað hava vit ein góðan, konstruktivan dialog um, sigur Palle H. Sørensen, ið er deildarleiðari í Danska IT- og Telestyrelsen, við Version2.

Talgilda undirskriftin hevur verið í nýtslu í Danmark síðan 2003, og at mannagongdirnar ikki eru fingnar upp á pláss enn, er sambært Palle H. Sørensen manglandi eftirspurningur.

- Tingini taka sína tíð, og eftirspurningurin hevur ikki verið so øgiligur, greiðir hann frá.



Fakta:


Hvat er ein talgild undirskrift?

Talgild undirskrift er ein máti at identifisera seg í talgilda heiminum. Talan er um ein lykil, ið verður lagdur inn á telduna, og eina persónliga kotu. Minnir nógv um skipanina við heimabankum. Talgild undirskrift livir upp til nøkur krøv, soleiðis at tað er gjørligt at senda viðkvæmar og trúnaðarupplýsingar umvegis alnetið.


Trygd

Eru eini boð undirskrivað við talgildari undirskrift, kunnu tey ikki koma frá øðrum enn honum, ið sigur seg hava sent hann. Tað vil samstundis siga, at onnur ikki kunnu hava broytt boðini. Um tey harafturat eru krypterað, kunnu eingin onnur enn móttakarin lesa boðini.


Lógliga bindandi

Talgilda undirskriftin er líka bindandi sum hon, ið verður fest á blað.