- Tað er umráðandi at vera við á slíkum messum, um tú vilt gera teg galdandi innan ferðavinnuna, sigur Birgir Enni. Líka síðani 1989 hevur hann fingist við at bjóða útlendskum ferðafólkum túrar við Norðlýsinum. Hóast hann øll hesi árini hevur samstarvað við nógvar aktørar innan ferðavinnuna og framvegis hevur samband við hesar, heldur Birgir Enni, at føroyskir veitarar innan økið eiga at vera við á eini ferðavinnumessu sum Vestnorden ravel Mart.
- Ert tú ikki sjónligur fyri kundunum, so verður tú lættliga gloymdur. Harafturat er tað ofta á júst slíkum messum, at nýggj hugskot koma fram og verða ment, greiðir Birgir Enni frá.
Var ein av teimum fyrstu
Tað vóru einans fáir føroyingar, sum fingust við ferðavinnu, tá Birgir Enni fyri 23 árum síðani fór undir at bjóða ferðafólkum túrar við Norðýsinum.
- Tað var rættiliga óvanligt tá, og tað tók eisini nakað av tíð, áðrenn ferðafólk blivu varug við møguleikan at uppliva Føroyar á henda hátt. Í 90árunum byrjaðu vit at gera lýsingar, og so kom meira ferð á, sigur Birgir Enni. Umframt útlendsku ferðafólkini byrjaðu føroyingar eisini í størri mun enn áður at ferðast í egnum landi.
- Vanligt hevði verið, at føroyingar fóru uttanlands at ferðast, men kreppan gjørdi, at tað ikki bar til hjá nógvum fólkum. So í feriunum kom føroyingar við familju og børnum umborð á Norðlýsið fyri at fáa eina uppliving saman, greiðir Birgir Enni frá.
Vísti slide-show umborð
Stórar broytingar eru farnar fram innan føroysku ferðavinnuna hesi árini, Birgir hevur verið við. Serliga tøknin og internetið hava broytt nógv, heldur Birgir Enni:
- Fyrst í 90árunum var ikki vanligt at fólk høvdu talgilt myndatól. Men tað fekk eg mær og brúkti tað í samband við túrarnar við útlendskum ferðafólkum umborð á Norðlýsinum. Eg tók altíð eina rúgvu av myndum, og so kundu ferðafólkini ogna sær eina fløgu við eini 500 myndum á, sigur Birgir Enni og heldur fram:
- Eg keypti mær eisini eina av hesum stóru teldunum, sum vóru tá, til at hava umborð. So plagdi eg at vísa eitt slide-show við myndum frá túrunum, og tað dámdu teimum óføra væl, minnist Birgir Enni.