Tú mást trúgva upp á tína egnu list

– Um tú gerst ein vingliskøltur, fært tú trupult við at sannføra onnur um tína list

Listamaðurin Jóhan Martin Christiansen ger avbjóðandi list, sum stundum kann kennast provokerandi.

Seinasta framsýningin hjá Jóhan Martini hevur verið í Víngarðinum í Havn, og har hevur hann sýnt fram verk, ið eru gipsstoypingar av pappi – í fleiri førum pappkassar til vín. Verkini kennast sermerkt, sum tey hanga á vegginum har. Summi fólk seta spurning við, um verkini yvirhøvur kunnu roknast sum list.

Listamaðurin sjálvur tekur ikki viðmerkingar av tí slagnum so nær, tí í hansara huga snýr tað seg fyrst og fremst um at trúgva upp á sína egnu list.

– Fólk mugu gjarna seta spurnartekin við mína list – tað er bara gott. Vit skulu vera kritisk og kjakast, eisini um listarverk. Tað, sum fólk skriva og meina á facebook, ber ofta brá av einum yvirflatiskum kjaki, sum eg ikki leggi so nógv í, og sum eg ikki taki mær so nógv av. Um vit veruliga ynskja eitt kjak um list, so áttu vit at sett nakrar rammur fyri, hvat vit ætla at kjakast um, og so fyrireika okkum til tað, sigur Jóhan Marti Christiansen við Sosialin um vikuskiftið.

##med2##

– Tá ið tú arbeiðir fulla tíð við list, lærir tú teg hava nakað av teflon á tær. Tú tekur ikki atfinningar og meiningar so nær, og tú ansar eisini eftir teimum rósandi orðunum. Tú mást fyrst og fremst trúgva upp á tína egnu list, og so kanst tú sjálvandi eisini lurta og taka okkurt til tín fyri at mennast sum listafólk og menniskja. Men um tú gerst ein vingliskøltur, alt eftir hvør fólkameiningin er, fært tú trupult við at sannføra onnur um tína list, sigur hann.

Longri samrøða við Jóhan Martin Christiansen, sum júst hevur fingið eitt ára starvsløn frá Mentanargrunninum, kann lesast í Vikuskiftis-Sosialinum.

##med3##