Hvat heldur tú um X-Factor?
Tað er undirhaldandi í øllum førum, men tað er eisini tað. DR skal fáa rós fyri at gera góðar undirhaldssendingar.
Hvat heldur tú um tónlistarliga støðið í kappingini?
Tað er sjálvandi svingandi. Tað eru nógv talent, sum koma fram, men talentini bera ikki, tí tey koma jú frá ongum. Tað er ofta ein orsøk til, at tey einki hava áðrenn X-Factor. Tey, sum ikki vinna, koma ofta longri enn vinnararnir. Men tað er ein máti at koma fram, hóast man sannlíkt ikki megnar at halda sín popularitet uppi.
Heldur tú tað er ein góður máti at byrja sína karrieru?
Eg trúgvi aldur hevur nógv at siga. Hevur tú eitt gott bakland áðrenn og hevur roynt eina rúgvu, og síðani tekur avgerð um at royna X-Factor sum ein seinasta útveg, so kanska. Men ert tú ein ungur persónur, sum einki hevur roynt, so er tað ikki rætt, tí tú veit ikki, hvønn veg tú skal venda tær. Tað er hart, og tað er kontant. Tað er eisini løgið, at man kann vera góður í sendingini, men kanska ein ávísur dómari heldur, at tú ikki ert nóg alternativur. Tað er eingin loyna, at hesin ávísi dómarin vil hava, at luttakararnir skulu vera so alternativir sum gjørligt.