Kanska var tað tilvildarligt.
Kanska var tað ikki.
Í øllum førum er tað veruleiki, at bólkarnir, sum komu víðari frá innleiðandi umfarinum í Prix Føroyum í Klaksvík, kallast Tám og All that Rain.
Høvuðsstaðarføroyingar plaga at leggja Klaksvík undir at líða undir nógvum regni, og leygarkvøldið var hetta í øllum førum rætt.
Tað var bæði bæði tám og regn í luftini, tá tveir bólkar av meginøkinum fóru við Prix-sigrinum í landsins næststørsta býi.
All that Rain vóru nummar eitt ? bæði á pallinum og í kappingini ? og Tám, sum er mannaður við drivnum tónleikarum og sangarum, endaði næstfremstur.
Regnaði beinanvegin
Lutakastið í kappingini lagaði tað soleiðis, at favoritturin í hesum umfarinum skuldi spæla fyrst.
Tað eru bæði vansar og fyrimunir við at spæla fyrst. Tað er stór uppgáva at fáa lív áskoðararnar so tíðliga á kvøldinum, men tað eru eisini fyrimunar við ljóðinnstillingum, sum kunnu standa púra klárar, tá bólkurin fer á pallin.
All that Rain stóðu fyri eini professionellari og lívligari framførslu. Teir løgdu fyri við playback av gamla og váta klassikkaranum "Singing in the Rain", og síðani koyrdu teir avstað við sínum egna tilfari.
Stílurin var hvørki fremmandur ella óhóskandi fyri fyrrverandi limirnar í Kjølum, og tá teir náddu hæddunum í teirra framførslu rullaðu og rockaðu teir, sum eingin annar bólkur kom í nánd av í hesi kapping.
Tað var klassiskur, melodiøsur rocktónleikur, sum onkuntíð relateraði til hardrocktónleikin, soleiðis sum hann var spældur í áttatiárunum. Við einum krúnurakaðum Jens Marna Hansen á odda stóð All that Rain fyri sannførandi framførslu, har teir eisini gjørdu nýtslu av eksklusivum hugskoti at brúka fýrverk á pallinum.
Endin var serstakur, tí teir tríggir tónleikararnir spældu allir á trummur seinastu minuttirnar. Tað riggaði væl, og trummudansurin gjørdist eitt fínt punktum hjá bólkinum, sum syrgdi fyri kvøldsins fyrstu og bestu framførslu.
Mjúkt og sveimandi
Bólkurin Tám er meiri ella minni samansettur til Prix-kappingina, og tað sást skjótt, at tað kundi ikki ganga galið hjá teimum.
Við rutineraðum tónleikarum á øllum postum, hevði bólkurin slíkt grundarlag, at tónleikurin mátti ljóða væl og verða væl spældur, hóast venjingarnar hava verið avmarkaðar.
Sólvá Ford er sangari í bólkinum, og seinasta ársins songrødd kláraði eisini til fulnar sín leiklut sum fremsti maður í bólkinum. Sólvá er góður sangari, hon hevur útstráling, og hon dugir væl at upptraðka, og tað var eisini neyðugt við slíkum frontfiguri, skuldi bólkurin víðari í kappingini.
Tám spældi rocktónleik við íblástri frá fleiri ymiskum tónleikasløgum. Tað var stundum mjúkt og sveimandi, og tað svingaði væl allatíðina. Teir sníktu eisini eitt sindur av Frændum uppí, tá eini sangurin hjá teimum endaði við tónum úr Lívsmynd, sum áhoyrarar plaga at dáma so væl at tralla til.
Tað hevði kanska verið meiri spennandi við Daybreak ella Krit í finaluni, men tá tú hevur tónleikarar sum Ronnie Nielsen, Kolbein Simonsen og Jóan Petur Andreassen á pallinum slepst valla uttan um ein bólk sum Tám.
Teir lokalu ikki víðari
Tríggir bólkar úr Klaksvík vóru við í kappingini, og teir stóðu fyri hvør sínum slagi av framførslu.
Seinasti bólkurin á pallinum var Iris, og hann spældi ordineran mainstream rock, sum viðhvørt snýkti eitt sindur av øðrum tónleikagreinum uppí.
Limirnir í hesum bólkinum spældu fyri tveimum árum síðani undir navninum 69, men hesaferð vóru ein teir ein sangara færri, og so var tað annar av gittarspælarunum, Leif Egholm, sum tók sær av at syngja.
Gulli Johansen var eisini hesaferð einsamallur á pallinum við sínum harða tónleiki. Gulli spældi undir navnium Human Chaos, og hesaferð hevði Gulli blandað eitt sindur av modernaðum tónum uppí rockin.
Gulli spældi gittar og sang, meðan restin av tónleikinum var tikin upp frammanundan.
Bólkurin PS stóð fyri teirri mest merkisverdu framførsluni í Prix Føroyar kappingini higartil. Limirnir í bólkinum høvdu við sínum búnum tikið forskot uppá føstulávintshaldið, og sangirnir snúðu seg fyrst og fremst um kynslív. Tekstirnir vóru ónærisligir og tónleikurin samsvarandi harður.
Tað var rættiligt lív í fólkinum við pallin, meðan PS spældi, og fólk longri aftur í salinum royndu at finna eitt passandi smíl til tónleikin hjá PS.
Ongar syngjandi húsmøður
Bólkurin Krit spældi harðan, myrkan og brutalan rocktónleik, og originala framførsla teirra mundi ivaleyst telja sum eitt pluss í dómararoknskapinum. Bólkurin endaði við einum inferno av óljóði og larmi, og tá mundu tað verða nógv sum stungu fingrarnar í oyruni.
Og sum onkur av áhoyrarunum tók til hesa løtuna, tað vóru ikki nakrar syngjandi húsmøður, sum vóru á pallinum...
Tað hoyrdist, at bólkurin Daybreak hevði gjørt sær stóran ómak við sínum tónleiki. Toto-inspireraði poptónleikurin ljóðaði væl og varð væl spældur.
Tað var ein lætti at hoyra keyboard og kassagittar eftir framførslurnar hjá Krit, PS og Human Chaos, og sangarin, Ronnie Poulsen, dugdi væl at upptraðka, hóast hann ikki hevur nógvar royndir í hesum leiklutinum.
Bólkurin Hokus Pokus úr Nólsoy spældi eisini lættan rocktónleik, og eftir eina eminemska byrjan og síðani nakrar Kashmir-líknandi Led Zeppelin tónar, sum eisini hoyrast aftur í nútíðarrocki, spældi bólkurin eina frálíka balladu.
Tað var tó óneyðugt hjá bólkinum at staðfesta, at programmið hjá teimum var blivið ov langt, og at tey tí máttu tey gevast at spæla.
Bólkurin Lítla Rúm úr Havn var mannaður við trimum tónleikarum, sum eru rættiliga nýggir í fakinum, og tað hoyrdist eisini á framførsluni.
Skilagott við 20 minuttum
Upprunaliga ætlanin var, at allir bólkarnir í innleiðandi umførunum í Prix Føroyum skuldu hava hálvan tíma at spæla í. Men tá fyrireikararnir kundu staðfesta methøga luttøku, skóru teir tíðina niður í 20 minuttir.
Hetta má metast at verða skilagott, tí við 9 bólkum á pallinum ? har allir ikki vóru eins áhugaverdir ? eru 20 minuttir hóskandi tíð hjá teimum at hava at ráða yvir. Á hendan hátt gjørdust framførslurnar ongantíð langdrignar, og áhoyrararnir troyttaðust ikki óneyðuga nógv av teimum bólkunum, sum teimum ikki dámdi.
Prix-tiltakið í Klaksvík endaði sum vera man við avdúkingini av, hvørjir tveir bólkar komu víðari frá innleiðandi umfarinum.
Ivi var ongantíð um, hvør fór at vinna kappingina, tí All that Rain vóru í flokki fyri seg, men spenningur var um, hvør fór við næstfremsta plássinum.
Tám slapp at spæla eitt eykalag ? Sometimes it Rains ? og tá væl upplagdi frásøgumaðurin, Gunnar Nolsøe, síðani útnevndi All that Rain til vinnarar, kom tað ikki óvart á nakran.
All that Rain fóru aftur á pallin, og tá teir tóku ljóðførini í hendi aftur, var tað ein reguler maktdemostratión frá teirra síðu. Teir fingu rættiliga lív í áhoyrararnar við nøkrum coverløgum, og síðani settu teir punktum við frálíka Misery frá Kjølar-tíðini.
Tá oysregnaði tað í KÍ-høllini.
Og All that Rain ? ja, teir syngja í regninum!










