Tím itti bæla vi tee

Eyðun á Lakjuni

Sera spennandi hevur hesa seinastu tíðina verið at fylgt við í dramanum um listamaktbalansuna í Havn.

Tað byrjar við fundi í felagnum "Føroysk myndlistafólk", har teir "skeivu persónarnir" verða valdir í nevndir og stýrir av ymiskum slag. Tey etableraðu - ella sum tey sjálvi dáma so væl at kalla seg - "tey røttu listafólkini", ið verða við undirlutan, gera ikki mætari enn at rýma úr felagnum.

Setningurin frá barnaárunum: "Tím itti bæla vi tee", rann fram fyri meg í hesum viðfangi - vit minnast, tá klandur kom í spælið, var altíð onkur, sum fornermaður rýmdi úr hópinum og ikki tímdi spæla við meira.

Hæddarpunktið á showinum higartil var so greinin í Dimmu 5. januar, har Tróndur Patursson, listamaður, Kirkjubø, førir síni sjónarmið fram.

Vit lesa í greinini, at í Myndlistafelagnum hava tey gjørt royndir, har tey gera mun á limunum við at geva teimum stig (points)!!! Tú hevur altíð atkvøðurætt, men ert bara valbærur, tá tú hevur vunnið nóg nógv stig.!!! Stuttligt.

Hetta hevði kanska eisini verið ein fín skipan fyri onkran føroyskan politiskan flokk. Har er jú so mangan klandur og stríð, og viðhvørt hendir eisini, at fólk verða rend á dýr - eg meini so við, so kundu tey røttu sitið og givið stig til tey røttu, sum síðani høvdu valbæri, og so vóru bert tey røttu vald. Smart!

Í greinini verður eisini langað út eftir einum listamanni, ið av fólkinum hevur fingið stóra viðurkenning, nevniliga Øssuri Mohr. Nú skal eg ikki fara og gera meg klókan uppá list í greinini her, men eg havi eina fatan av, at í millum listafólk er ein fantastisk øvundsjúka, og er onkur nýggjur, sum stingur høvdið eitt sindur fram, skal hann kílast niður - ja, og tað beinanvegin. Eg eri bangin fyri, at júst hetta er essensurin í hesum málinum. Øll vita, at Øssur hevur havt eitt "boom" hesi seinnu árini, har hann hevur verið nógv umbiðin, verið sera virkin og selt ein hóp av síni list bæði her heima, men ikki minst í útlondum. - Nú er hetta knappliga ikki gott latín hjá mentanarelituni í Havn. Nei tú, hetta luktar langan veg av øvundsjúku. Ja, heilt norður til Fuglafjarðar - og her kann tað á lágættini lukta rættuliga illa frammanundan - orsakað av sildaverksmiðjuni.

Greinin í Dimmu hendan dagin endar sera upplýsandi við útsøgnini um, at ein góður listamaður bert klárar uml. 20 málningar um árið, og at aðrir t.v.s. "the bad guys" kanska mála einar hundrað - og tað bert fyri at selja. Nú skal man vera varin at samanbera lista-greinar, men hugsa vit t.d. um tónleik og um tónlistamannin Mozart, sum doyði bert 35 ára gamal og skrivaði ein ófatuligan hóp av tónleiki, ella hugsa vit um Fr. Schubert, ið doyði bert 31 ára gamal og skrivaði næstan líka nógvan tónleik ella um Haydn, sum jú var knýttur at fýrstadømi stóran part av lívi sínum og harvið beinleiðis kompon-eraði fyri at selja, - ja, so høvdu hesir sambært útsøgn Tróndar neyvan passað inn í glashúsið - ella fyri tann saks skyld - glasbingjuna hjá rýmdu mentanarelituni í Havn.

Vælsignaðir menn gevist við hesum barnsliga og láturliga stríði um, hvør list er góð, og hvør, ið ikki er tað. Latið heldur tíðina avgera hendan spurning.