Tám: Aldursforsetarnir á finaluni

Royndastu tónleikararnar á Prix finaluni finnur tú í bólkinum Tám hvørs limir spældu saman, longu áðrenn summir av yngru tónleikarunum á finaluni vórðu føddir. Vit hava hitt Georg eystan Á úr Tám, sum heldur vildið verið við í Eurovision Song Contest enn Prix Føroyum.

 

Hvat fekk tykkum at tekna tykkum til Prix Føroyar?

? Vit hava altíð hug at spæla tónleik, men vit hava ongantíð havt hug at kappast um tónleik. So vit teknaðu okkum til Prix Føroyar við tí fyri eyga at framføra tónleik. Eg hevði nøkur løg, sum eg helt passaðu til Prix Føroyar. Tað er løg, sum man ikki fær spælt til dans, og vit hava ikki tíð at gera eina fløgu beint nú, so her var eitt høvi at royna tey. Tí teknaðu vit okkum til Prix Føroyar.

Høvdu tit væntað at komið víðari?

? Nei, als ikki. Vit høvdu ikki vant meir enn einar tveir ella tríggjar tímar. So vit høvdu bara rutinuna at líta á.

Tað er í Tám at man finnur teir royndastu og elstu tónleikarnarnar á finaluni.

Onkur heldur at tit heldur burdu latið teir yngru tónleikararnir roynt seg.

? Hatta er nakað øgiligt tvætl. Prix Føroyar konseptið er gjørt í samstarvi við Føroya Undirhaldstónleikarafelag, og tað er eitt felag fyri etableraðar tónleikarar - ikki fyri kjallaratónleikarar, og tað sama burdi hendan kappingin verið.

Hvussu burdi kappingin verið?

? Tað, sum man burdi gjørt, er eitt ektað Prix. Líkasum danska Melodi Grand Prixið og so kundi vinnarin farið víðari til altjóða Grand Prixið. Tað hevur hjálpt nógvum góðum tónleikarum fram. Hugsa til dømis um Cliff Richard og Abba. Hetta Prixið er øgiliga flott, men eftir míni meting gevur tað ikki føroyskum tónleiki nógv annað enn sveitta á pannuna.

Hvat er tykkara mál á finaluni?

? Vit fara sjálvsagt á finaluna fyri at vinna. Vit tóku tað ikki so tungt í undankappingini, men nú, tá vit eru komin so langt, vilja vit eisini royna at vinna. Og tí hava vit eisini vant nógv meira enn seinast. Men vit fara fyrst og fremst á pallin fyri at hugna okkum.

Hvar liggur styrkin hjá Tám?

? Tað er nokk fyrst og fremst takkað verið rutinuni, at vit eru við í finaluni, men eftir mínari meting er okkara størsta styrki sangarinnan, Sólva Ford. Tað er hennara rødd, sum er okkara besta vápn. Eg havi aldrin hoyrt hana kiksað enn, so tað ger hon neyvan á finaluni heldur.