Í Fuglafirði er ein listi kunngjørdur afturat til kommunustýrisvalið í næsta mánað. Tað er listi B klárur, sum hevur tólv valevnu, fýra kvinnur og átta menn. Listin hevur bæði umboð av Kambsdali og úr Fuglafirði.
Tey, ið uppstillað eru:
Dan Askham, skipari
Bartal Eliasen, lærari
Sofus Gregersen, sølumaður
Jóhan Pauli Heimdal, bilførari
Edva Jacobsen, løgtingskvinna
Fríða Joensen, sjúkrarøktafrøði lesandi
Magni Jøkladal, formaður
Eyðun á Lakjuni, miðnámskúlalærari
Fríða Petersen, ergoterapeutur
Kristian Martin Petersen, granskoðari
John Poulsen, arbeiðsmaður
Linda Toftegaard, lærari