Upptakt
Hagtøl telja einki, tá spælararnir standa andlit til andlit á vøllinum og eru uppsettir til tvær ferðir trý korter í fótbólti. Soleiðis plagar at verða tikið til, og sjálvandi er tað nakað í hesum. Í einum fótbóltsdysti byrja bæði liðini altíð so at siga á sløttum.
Men tá hetta er sagt, so eigur at verða lagt afturat, at tað er merkisvert, so ofta tað gongur, sum tað plagar at gera.
Eitt gott dømi um hetta eru dystirnir á Svangaskarði ímillum B68 og GÍ. Tá toftamenn í morgin fara á heimavøllin við tí í hyggju at tryggja sær triðja plássið, so vita teir, at tað hevur ikki eydnast teirra liðið at vinna heimadystin ímóti GÍ síðani 1989. Tað árið vann B68 1?0. Málskjútti var verjuspælarin hjá GÍ, Hans Mourits Foldbo. Hann var tá lærari á Toftum og hoyrdi ivaleyst nógv fyri, at hann hevði verið so fittur at gera sjálvmál.
Síðani tá hevur tað tvær ferðir verið javnleikur ? 2?2 í 1991 og 1?1 í 1991. Tá B68 var meistari í 1992, taptu teir 4?1 á heimavølli ímóti GÍ. Í tólv ár eru 37 mál farin ígjøgnum hjá B68. Størsti ósigurin var í 1994, tá GÍ í 11. umfarinum, sum var tað fyrsta eftir summarsteðgin sigraði 7?0.
Ymiskt við fólki
Hjá B68 eru allir spælararnir tøkir í morgin. Eingin spælari er skaddur, og eingir er leikbannaður.
Hjá Johan Nielsen og GÍ er tað eitt sindur meiri ivasamt. Poul Henning Jacobsen, sum var sjúkur, tá GÍ tapti ímóti NSÍ, er tøkur aftur. Jóan Petur Olsen loysti av á miðvøllinum, men hann noyddist heilt skjótt at taka seg aftur. Jóan Petur er ivasamur í morgin.
Hjá GÍ er einki sum eitur. Skulu teir hugsa um gullkrónurnar, so mugu teir gera, sum teir plaga ? altso vinna á Toftum ? og so mugu teir bíða og vita, um HB fer at hjálpa teimum í Gundadali.